Missa yvir eina milliard-um dagin

Eldgosið í Íslandi kostar flogfeløgunum um allan heimin dýrt. Mett verður at flogfeløgini, sum frammanundan eru illa sperd fíggjarliga, missa yvir eina milliard um dagin í inntøku hesa tíðina, øskan frá eldgosinum breiðir seg um stóran part av Evropa, skrivar Bloomberg frá altjóða flogferðslu felagsskapinum

Og so siga tey, at hetta er enntá varislia mett, tí her er ikki roknað upp í, hvat tað kostar at leggja rutur um, at herberga strandaðum ferðafólki

Nógva staðni liggja flogvallir, púra manntómir, sum spøkilsisbýir og aðrastaðni eru tað bara einstøk flogfør, sum koma og fara.

Men serkøn í flogferðslu siga, at sjálvt tá ið øskurokið er av, fer tað at ganga ein tíð, áðrenn alt er fingið í rættlag aftur, tí ein ørgrynna av flogførum eru stødd langt burtur frá har, tey áttu at verið og ferðafólk í hópatali somuleiðis og so skal alt leggjast til rættis av nýggjum bæði tíðarætlanir og flogrutur, umframt at øll ferðafólkini, sum hava bíðað, skulu avgreiðast.

Umframt flogfeløgini, rakar hetta eisini undirveitar hjá flogferðsluni sera meint, eitt nú tey, sum lata flogførunum mat og drekka og harafturat eisini sølubúðirnar og tænastuveitarum í floghavnunum o.s.fr.

Tey einastu, sum skora kassan, eru gistingarhúsini runt umkring. Tey eru fyri hørðum atfinningum fyri at misbrúka støðuna og fyri at hava skrúvað prísin heilt upp. Summa staðni kostar tað nú tvær ferðir so nógv at fáa eitt hotelkamar, sum tað gjørdi áðrenn eldgosið.

Tey, sum vara av flúgving halda at hetta er ósømiligt, men hotelfólk svara aftur og siga, at hetta er akkurát sum í flogferðsluni, har tey, sum bíleggja tey síðstu setrini í einum flúgvara, betala ofta í dýrum dómum fyri tey.