Missa vunnin rættindi

At skatta pensjónir við inngjaldi er eitt álvarsligt inntriv í vunnin sáttmálarættindi. Tað sigur Centralorganisationernes Fællesudvalg, sum tekur sær av trupulleikum hjá starvsfólki hjá statinum. CFU mælir til, at nýggja skipanin ikki fer at galda fyri starvsfólk í tænastu hjá statinum í Føroyum

Upppskotið um at skatta pensjónir við inngjaldi hevur verið til hoyringar nógvastaðni. Eisini hjá donsku pensjónskassunum, sum løntakarar í Føroyum eru limir í, og hjá teirra fakfeløgum.
Uppskotið fær ikki blíða móttøku, hvørki frá pensjónskassum ella fakfeløgum. Pensjónskassarnir vísa á, at eftir uppskotinum verða pensjónsviðurskiftini sera fløkt, eisini tí alt ikki kemur í gildi í senn.
Broytigarnar eru sera umfatandi og eru eitt álvarsligt inntriv í tey rættindi, sum starvsfólkini hava vunnið sær í sáttmálasamráðingum, sigur CFU.
CFU nevnir, at verður lógaruppskotið samtykt, sum tað nú sær út, kunnu donsku arbeiðsgevararnir fáa trupult við at fáa fólk at fara til Føroya at arbeiða, og at tey bara fara at steðga stutta tíð.
Mælt verður tí til, at tey starvsfólk, sum lønt eru eftir donskum sáttmála, ikki verða umfatað av skipanini. Í øðrum lagi verður mælt til, at tey, sum starvast í Føroyum, tá ið lógin kemur í gildi, verða frítikin.
Her verður lagt aftrat, at donsku pensjónskassarnir ikki fara at gera serskipanir fyri starvsfólk í Føroyum, tí teir hava lutfalsliga fáar limir í Føroyum, og tað fer at kosta ov nógv í umsiting.

Mugu gera undantøk
Ein undantaksregla er í uppskotinum um, at fólk, sum flyta til Føroya og búgva her í minni enn 60 mánaðir, skulu vera undantikin skipanini.
Til hetta svarar CFU, at tey starvsfólk, sum ikki ætla sær at verða verandi í Føroyum, tá ið tey fara frá við eftirløn, eisini eiga at verða frítikin at rinda skatt av pensjónini við inngjaldi.
– CFU vísir serliga á, at tað má finnast ein loysn fyri starvsfólkini í Dómhúsinum í Føroyum, ið sum oftast arbeiða í Føroyum væl longur enn 60 mánaðir, og sum eru sett í starv eftir sáttmála við danska statin. Tað er heilt órímiligt, at fólk skulu koma illa fyri av pensjónini, tá ið líkt er til, at tey ikki vilja búgva í Føroyum sum pensjonistar, sigur CFU í hoyringsskrivinum til Fíggjarmálaráðið.
CFU skrivar meira ella minni beinleiðis í hoyringssavrinum, at tað er sáttmálabrot og mangt annað á henda hátt at skatta pensjónirnar við inngjaldi:
- CFU biðjur um, at ásetingarnar í sáttmálunum verða hildnar, íroknað ásetingar um pensjónsgøld til ávísar pensjónskassar. CFU skal annars vísa til ILO-konvensjón 98 um rættin til at skipa seg í fakfelag og hava felags samráðingar.