Missa ov lætt

Ein javnleikur var ikki tað, sum B36 ætlaði sær í Klaksvík, og liðskiparin hjá teimum, Klæmint Matras, var eisini skjótur at staðfesta, at teir ikki høvdu orsøk at vera nøgdir.

- Nei, tað haldi eg ikki. Tað er ikki nóg gott, tá vit tvær ferðir tveita eina leiðslu burtur.

- Og eg haldi ikki, at spælið í dag var serliga gott, hóast vit í seinna hálvleiki vísa tann stríðsviljan, sum er neyðugur at vísa. Fyri steðgin vóru vit hinvegin nakað tamir, og tað gav teimum ov góðan møguleika at spæla, segði Klæmint Matras.

Tit hava nú spælt javnt tvær ferðir, eftir at tit annars hava tapt fleiri ferðir á rað. Er hetta tekin um, at tit nú eru á veg upp úr aldudalinum, sum tit hava verið í?

- Ja, tað haldi eg, at vit hava verið. Tá tú hevur tapt somikið nógvar dystir á rað, so er tað øgiliga gott, at tú byrjar at fáa stig. Tað er altíð ein byrjan upp á eina vend, segði Klæmint Matras.