Í einum dysti, sum ensku fjølmiðlarnir skýra fyri sera vánaligan, taptu Julian Johnsson og liðfelagarnir úr Hull móti oddaliðnum, Plymouth.
Málið hjá Plymouth kom miðskeiðis í fyrra hálvleiki eftir hornaspark, og eftir hetta vóru ikki stórvegis av møguleikum.
Julian varð skiftur út, tá gott korter var eftir at spæla, men heldur ikki hetta tóktist hjálpa Hull. Teir taptu dystin, og eru nú á sætta plássinum í deildini, og soleiðis í vanda fyri at missa møguleikan fyri sonevndu play-off dystunum.










