Í Danmark hava tær báðar stóru sjónvarpsrásirnar, DR1 og TV2, leingi havt tann trupulleika, at færri og færri hyggja at teimum, og nú vísa nýggj tøl, at hyggjaratalið minkar í stórum. Í kanningini sæst, at tær fyrstu 18 vikurnar í ár brúktu fólk 11 prosent minni tíð til at hyggja at TV2 og 8 prosent minni tíð til at hyggja at DR1.
Serfrøðingar siga, at tað er veksandi útboð, sum ger, at fólk brúka minni tíð til at hyggja at teimum stóru rásunum. Tí kanningin vísir, at Kanal 5, sum Viasat eigur, hevur fingið 15,2 prosent fleiri hyggjarar, og at eitt nú Discovery og MTV hava økt hyggjaraskaran meiri enn 36 prosent.
Serfrøðingarnir siga, at gongdin er serliga óheppin fyri TV2, tí hon kann hava við sær, at rásin fer at missa inntøkur frá lýsingum.