Javni, sum fer felagsskapurin fyri fólk við menningartarni, og teirra familjum, hevur mist ein stóran part av inntøkunum í ár. Sostatt verður tað eisini neyðugt at skerja virksemið næsta ár.
Tað er boðskapurin frá Javna til Fíggjarnevndina hjá Løgtinginum, nú fíggjarlógin fyri næsta ár er til viðgerar.
Tey í Javna vísa á, at at fyritøkur, tónleikafestivalar, og almannagagnligir felagsskapir hava fingið koronu-hjálp úr landskassanum, men tey halda, at vælgerðandi felagsskapir sum Javni, eiga eisini at sleppa upp í part.
Javni fær 550.000 krónur á fíggjarlógini um árið, men ein stórur partur av fíggjarliga grundarlagnum undir felagsskapinum eru inntøkurnar tey fáa av at selja ein almanakkan, tí tað hesi bæðis seinastu árini hevur tað givið teimum 407.000 – 576.000 krónur í inntøku um árið.
Tery plaga at selja kalendaran í durasølu, men tað hevur ikki borið til í hesum koronutíðum. Í hesum sambandi hava tey hugsað um, at nógvir limir í Javna eru í vandabólki, umframt at tey verða serliga hart rakt, verður samfelagið lukkað aftur, sum tað var í vár.
So tað er eisini fyri at verja tey, at tey ikki hava gingið hús úr húsi í ár. Ístaðin hava fólk kunna keypt kalendaran í ymsum handlum, men tað hevur verri enn so givið so nógv, sum tað plagar, so í ár fara inntøkurnar neyvan upp um 200.000 krónur, siga tey.
Tí søkj tey Løgtingið um ein serligan stuðul í ár upp á 350.000 krónur so at tey sleppa undan at skerja virksemið næsta ár, so soleiðis at korona ikki fer at fáa serligar avleiðingar fyri fólk við menningartarni, og familjur teirra.