Í ár verður hátíðarligasta løtan á ólavsøku mest sum forboðin fyri fólk.Tað er løtan ólavsøkudag, tá ið Løgtingið verður sett og ólavsøkugudstænastan er.
Vanliga plaga tað at vera stúgvandi fult av fólki á Vaglinum, og í dómkirkjuni, men soleiðis verður ikki í ár. Dómkirkjan verður tóm og myndugleikarnir vilja heldur ikki hava fólk oman á Vaglið og tað stóra kórið, sum plagdi at syngja undir tinghúsinum, verður bara ein viðfáningur av tí, tað plagdi at vera.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr Jógvan á Lakjuni, løgtingsformann, greiða frá á útvarpsstøðini FM1, hvussu tað verður skipað ólavsøkudag, táið Løgtingið verður sett og ólavsøkugudstænastan verður.