Trotið á arbeiðsfólkið er ein katastrofa fyri føroysku fiskavirkini og sostatt eisini fyri føroyska samfelagið.
Tað hava fleiri keldur í fiskivinnuni staðfest í Sosialinum seinastu tíðina.
Og Kári Jacbsen, virkisleiðari á Tavuni í Leirvík er ikki ósamdur í, at trotið á arbeiðsmegi er øgiliga stórt.
Hann vísir á, at bara á Tavuni mangla 50% av reinskerarunum.
- Vit hava 16 reinskeraraborð. Men í gjár fingu vit bara 8 reinskerarar til arbeiðis.
Men á Tavuni arbeiða tey í tveimum vaktum, so tilsamans mangla tey 16 reinskerarar á virkinum.
Vanliga hava vit einar 8-10 reinskerarar á hvørjari vakt, hóast vit hava pláss fyri 16, so hjá okkum er hetta ein trongur fløskuhálsur í framleiðsluni, sigur hann.
- Vit kundu beinanvegin tikið tilsamans 15-16 reinskerarar til arbeiðis á Tavuni og tryggja teimum arbeiðið í hvussu so er til í mai mánaði, leggur hann afturat.
Tey kundu eisini tryggja teimum tak yvir høvdið hesa tíðina.
Høvdu vit havt nokk av reinskerarum, høvdu vit eisini havt brúk fyri fleiri fólkum aðrastaðni á virkinum, tí tað er hvørt eftir øðrum.
Annars hava vit eina fasta kjarnu av ógvuliga røskum arbeiðsfólki, sum eisini hevur verið ógvuliga trúføst.
Kostar 60.000 um vikuna
Kári Jacobsen sigur, at trotið á arbeiðsmegi hevur bæði álvarsligar fíggjarligar avleiðingar fyri Tavuna og fyri samfelagsbúskapin.
- Høvdu vit nokk av fólkið, høvdu vit kunnað arbeitt eini 30 tons meiri um vikuna, enn vit gera nú.
Tað merkir, at Tavan leyðsliga mett, hevur ein inntøkumiss upp á 60.000 krónur hvørja einastu viku.
Og tað er eisini eitt slag av pengum hjá einum virki, sum Tavuni.
- Tað einasta, ið forðar okkum í at keypa meiri fisk,er, at vit hava ikki nokk av fólki at arbeiða fiskin, sigur hann.
Tavan er ikki einasta virkið, sum ikki hevur nokk av fólki.
- Eg er vísur í, at høvdu flakavirkini nokk av fólki, so at tey fingu arbeitt tann fiskin, vit vildu, hevði tað eisini ført til, at avreiðingarprísurin hevði hækkað.
- Men sum er, fáa vit ikki keypt tann fiskin, vit vilja og tað førir til, at eftirspurningurin minkar. Tað førir bæði til lægri prís og til at óneyðuga nógvur fiskur fer óvirkaður av landinum.
Spurningurin um at fáa meiri meiri fólk, er fyri ein stóran part ein politiskur arbeiði.
Og virkisleiðarin á Tavuni vónar, at politikarar heldur velja eina loysn, so at tað ber til at fáa fleiri fólk til virkini, heldur enn at góðtaka støðuna, sum hon er nú, við teirri avleiðing, at vit ikki fáa arbeitt tann fisk, vit vilja, at avreiðingarprísirnir lækka og at meiri fiskur fer óvirkaður av landinum
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í innlendismálum, hevur áður sagt við Sosialin, at arbeitt verður fyri at gera smidligari skipanir, so at tað ber til at fáa útlendingar hendavegin at arbeiða. Hann hevur boðað frá, at ein loysn skuldi fyriligið í vár.
Høvdu vit fingið eina smidliga skipan, so at tað ber til at fáa útlendingar til Føroya, hevði tað ikki tikið ein mánað, so vóru flakavirkini fullmannað –uttan at vit høvdu tikið arbeiðið frá einum tí einasta føroyingi.
Men tað er kortini eitt, sum undrar virkisleiðaran á Tavuni.
- Tað er rættiliga nógv arbeiði á einum virki, sum Tavuni. Vit arbeiða í tveimum vaktum. Um veturin arbeiða vit í 16 tímar um samdøgurið og um summarið arbeiða vit 20 tímar. Sostatt er nokk av arbeiði og tey, sum vilja, kunnu fáa nógva yvirtíð og sostatt eisini rættiliga góða løn.
- Men kortini velja ungar gentur heldur at arbeiða í handlum og kioskum, har tær mangan ikki eru skipaðar í fakfelag og sostatt heldur ongi rættindi hava. Samstundis er lønin mangan lítil og ongin, eins og tær eisini mugu tola at arbeiða um vikuskiftini, tá ið øll onnur hava frí.
Kári Jacobsen heldur, at hetta kann hava samband við, at millum manna er fiskivinnan ofta í ringum orði.
Hann leggur afturat, at á Tavuni hava tey roynt at fáa fleiri fólk umvegis ALS, men tað hevur alt verið til fánýtis.
- Hinvegin hava vit nógvar útlendingar, spyrja um arbeiði, men teir fáa bara ikki arbeiðs-og uppihaldsloyvi, hóast vit hava harðliga brúk fyri teimum og hóast vit kenna summar av teimum áður og hava góðar royndir av teimum, sigur Kári Jacobsen.










