Missa 30% av veiðivirðinum

Við útvarpið hjá Kringvarpinum sigur Hanus Hansen, reiðari, at verksmiðjutrolarin Gadus missir 30 miljónir krónur í veiðivirði, nú skipið ikki sleppur í norskan sjógv. At eingin fiskiveiðisáttmáli fæst í lag millum Føroyar og Noreg í 2011 fer at gera, at verksmiðjutrolarin Gadus hjá JFK Troli í Klaksvík helst missir fyri einar 30 miljónir krónur í veiðivirði í hesum árinum.

Reiðarin sigur, at umleið 25% av kvotunum í Barentshavinum hvørva, tá eingin fiskiveiðisáttmáli er við Noreg.

- Hetta svarar til umleið 30% av veiðivirðinum, tí fiskurin í norskum sjógvi vanliga er størri enn fiskurin í russiskum sjógvi. Soleiðis fæst eisini meiri fyri fiskin, sum veiddur verður í norskum sjógvi, sigur hann.

Hanus Hansen heldur, at hetta er álvarsamt, og hetta er fyrstu ferð í 100 ár, at einki føroyskt skip sleppur at fiska í norskum sjógvi.

Gadus fiskaði fyri einar 108 miljónir krónur í fjør.

Reiðarin hjá JFK Troli er eisini reiðari á Nærabergi, sum hvørki sleppur í norskan sjógv ella ES-sjógv í ár.

- Hetta merkir, sigur reiðarin, at Næraberg kann ikki fiska sild í norskum sjógvi, ei heldur sild og nebbasild í ES-sjógvi, sigur Hanus Hansen, reiðari.