Miss World Denmark til Føroya

Tá sniðgevin og sangarinnan Laila av Reyni fer at hava útgávukonsert um miðjan oktober, fer Miss World Denmark 2012 at luttaka.

 

Útgávukonsertin verður í Østrøm 12. oktober, og talan verður um eina heldur øðrvísi konsert. Ímeðan Laila av Reyni syngur løg av nýggju fløguni, fara modellir at ganga catwalk og sýna fram kjólar, sum Laila av Reyni hevur sniðgivið. 

 

Millum tær 20 føroysku modellirnar, sum Laila av Reyni hevur útvalt í eini upptøkuroynd, verður danska Iris Thomsen. Hon gjørdist Miss World Denmark í fjør og hevur samstarvað við Lailu av Reyni líka síðani.

 

Serstaka konsertkvøldið verður í Østrøm tann 12. oktober klokkan 20.00.