Leygarkvøldið stendur Laila av Reyni fyri einum tiltaki, har hennara mongu talent verða samantvinnað í eitt og sama tiltak. Laila av Reyni er kend bæði fyri at syngja og sniðgeva.
Høvuðsdentur verður lagdur á nýggju fløguna, sum er á veg á marknaðin, men eisini verður mótasýning við klæðum, sum Laila hevur gjørt. Ein av modellunum verður Miss World Danmark, sum Laila hevur seymað kjóla til.
Eisini verður ábit og ein forvitnislig álvasýning, sum Laila hevur fingið vanligar, føroyskar kvinnur í øllum aldri at luttaka í.