Miss Marple er deyð

Geraldine McEwan, sum spældi Miss Marple, er deyð 82 ára gomul

Árini frá 2004 til 2009 spældi Geraldine McEwan leiklutin sum Miss Marple í sjónvarpsfilmum. Miss Marple, sum er eldri kvinna, ið loysir morðgátur, er skapt av rithøvundanum Agatha Christie.

Fríggjadagin doyði Geraldine McEwan av einari heilabløðing. Hon varð 82 ára gomul.

Geraldine McEwan hevði eina drúgva yrkisleið sum sjónleikari á palli, í sjónvarpi og í filmi. Hon vann fleiri heiðurslønir fyri síni avrik sum sjónleikari.