Ein ósek, spontan selfie-mynd av nøkrum vøkrum kvinnum hevur fingið fleiri sinn í kók í Libanon.
Miss Ísrael, Doron Matalon legði eina selfie-mynd út á sosiala miðilin, Instagram, har hon sæst saman við Miss Libanon, Saly Greige. Í sær sjálvum ein fitt mynd av nøkrum vøkrum kvinnum, men myndin hevur fingið avleiðingar, sum Miss Libanon, Saly Greige ikki kundi ímynda sær.
Trupuleikin er, at Ísrael og Libanon eru tekniskt framvegis í kríggi ímóti hvørjum øðrum, og tí eru fleiri libanesar argir um selfiemyndina, sum Saly Greige hevur lagt út á sosiala miðilin, Instagram. Og fleiri libanesar krevja, at hon missir heitið, sum vakrasta kvinna í Libanon.
Tað hevur verið eitt slag av vápnahvíld landanna millum, síðani 2006, men tað er framvegis strangliga bannað libanesum at ferðast til Ìsrael. Tað er eisini bannað libanesum at ringja til eitt telefonnummar í Ísrael, og at hava nakað, sum helst samband við fólk í Ìsrael. Eisini eru allar ísraelskar vørur bannaðar í Libanon.
Á sosialu miðlunum hevur veruliga kókað yvir, og fleiri libanesar krevja, at tann libanesiska stjórnin revsar Saly Greige fyri at hava havt sosiala samveru saman við fíggindanum.
Saly Greige verjir seg við, at hon fleiri ferðir hevur noktað at verða avmyndað saman við Miss Ísrael í samband við Miss Universe vakurleika kappingina, sum verður í Miami í Florida í USA sunnudagin 25. januar. Víðari verjir Saly Greige seg við, at Miss Ísrael, Doron Matalon skal hava lumpað seg til hesa selfie-myndina, uttan at Saly Greige hevði hóming av, at hon stóð við síðunnar av Miss Ísrael.