Miss Føroyar 2010 er funnin. Finalan var í TB Húsinum leygarkvøldið. Har gjørdist Miriam við Kvíggjá vinnarin og fekk heiðurin sum Miss Føroyar 2010.
Fleiri undanumfør hava verið kring oyggjarnar, har vakrastu sprund eru kosin, og hesar hittust í finaluni á Tvøroyri leygarkvøldið. Har vann Miriam við Kvíggjá úr Sumba.










