Ein 46 ára gamal maður varð í Føroya rætti í dag dømdur 18 mánaðir fongsulsrevsing fyri at hava misnýtt stjúkbørn síni.
Maðurin var dømdur fyri aðra kynsliga misnýtslu enn samlegu móti einum dreingi, frá hann var seks til níggju ára gamal og eini gentu, frá hon var níggju til tólv ára gomul.
Dómarin var ikki samdur við ákæranum, at talan var um samlegu, og revsingin endurspeglar eisini hesum. Ákærin kravdi fongsulsrevsing í tvey og eitt hálvt ár, umframt eitt samlað endurgjald til tey bæði á 110.000 krónur. Við tað, at dómarin hevur dømt mannin fyri aðra kynsliga misnýtslu enn samlegu, er revsingin nakað lægri, 18 mánaðir í geglið og 55.000 krónur í endurgjaldi.
Verjin vildi hava mannin fríkendan, tí hann metti als ikki, at gjørligt var at prógva samlegu. Hann vísti á, at børnini ongantíð so mikið sum høvdu verið nakin, tá maðurin var í nánd. Dómarin hevur partvís verið samdur, men hevur kortini dømt mannin fyri kynsliga misnýtslu, hóast verjin meinti, at fyri tílíka ákæru var fyrningarfreistin farin. Verjin hevði ikki lisið dómin enn, tá in.fo fekk orðið á hann, og kundi tí ikki siga, hvørt dømdi maðurin fór at kæra dómin.










