Misnýtti sjey ára gamla gentu fleiri enn 50 ferðir

Ákærin krevur 2½ ára fongsulsrevsing.

Ein 42 ára gamal maður var í Føroya rætti í dag ákærdur fyri at hava kynsliga misnýtt eina smágentu. Misnýtslan er farin fram frá gentan var um fýra ára aldur, inntil hon var átta ára gomul, á fleiri ymiskum bústøðum.

 

Fyrra ákæran var um eina hending, sum skal vera farin fram, tá gentan einans var fýra ára gomul. Hetta er ein tilburður, sum maðurin sjálvur hevur greitt løgregluni frá. Gentan sigur seg einki minnast av hesum, av tí at hon var so lítil. Í hesum førinum sigur ákærdi, at hann opnaði splittuna og førdi hondina á gentuni, so at hon føldi upp á seg. Tað vardi tó heilt stutt segði hann. Maðurin greiddi eisini frá eini aðrari líknandi hending, sum var farin framm nøkur ár seinni, á einum øðrum bústaði.

 

Seinna ákæran er um misnýtslu av gentuni yvir longri tíðarskeið. Ákærin vil vera við, at maðurin, yvir eitt tíðarskeið á umleið eitt hálvt ár, á heystið 2004, tá gentan var um sjey ára gomul, hevur misnýtt gentuna okkurt um tríggjar ferðir um vikuna. Hann skal hava følt upp á gentuna, koyrt ein fingur ella tveir upp í skeið hennara, eins og at hann minst einaferð royndi at noyða seg til endatarmssamlegu.

 

Ákærdi viðgekk fyrru ákæruna, men segði seg einki minnast av seinni ákæruni. Hann noktaði seg ikki sekan, tí hann veit, at okkurt hendi, men hann minnist tó ikki hvat. Hann hevði stórar rúsevnistrupulleikar um hesa tíðina, segði hann

 

Ákærin kravdi tvey og eitt hálvt ára fongsul, og legði dent á, at talan var um misnýstlu yvir longri tíð, at hann noyddi gentuna til hetta, at gentan var sera ung, og at hann noyddi gentuna ikki at siga nøkrum um hetta.

 

Verjin metti, at kravið hjá ákæranum um hálvttriðja ára fongsul var alt ov hart, og at eitt hálvt ár átti at verið nokk, kanska eitt ár, um partur av dóminum var treytaður. Verjin vísti á, at málið var gamalt og at maðurin angraði tað, hann hevði gjørt. Ákærdi sjálvur segði seg ivast í, hvørt hann sálarliga fór at megna at sita í fongsuli aftur.

 

Maðurin er fyrr dømdur fyri kynsligan ágang. Í 2006 var hann dømdur fýra mánaðar fongsulsrevsing, fyri at lokka tvær gentur til eitt avsíðis pláss í býnum, har hann fekk aðru teirra at føla upp á seg og fleyga sær. Í 2011 varð hann dømdur ein tvey ára treytaðan dóm fyri blygdanarskemd móti trimum gentum, ið vóru 11 og 12 ára gamlar.

 

Hjásetin hjá gentuni ynskti harumframt, at maðurin rindar gentuni 35.000 í endurgjaldi, umframt at rinda fyri sálarliga viðgerð. Hon vísti á, at gentan ongantíð hevur fortalt nøkrum um hendingarnar fyrr enn nú, hon er nærum vaksin, og at tað tí uttan iva er nógv óforloyst í gentuni, sum henni tørvar sálarliga hjálp at viðgera.

 

Dómur fellur komandi mánadag.