SEV skipar í dag fyri eykaaðalfundi í Hotel Føroyum, har limir felagsins fáa høvi til at viðgera frágreiðinga frá nevndini um virksemi hjá felagnum síðani ársaðalfundin.
Á fundinum fanst nevndarformaðurin, Jákup Suni Lauritsen, at viðgerðina hjá myndugleikunum viðvíkjandi loyvi til nýtslu av vatnkraft.
Gamla loyvið hjá SEV, ið hevði einkarætt til vatnkraft, fór formliga úr gildi 5. oktober 2013, men varð loyvi hjá SEV longt fyri styttri tíðarskeið, meðan myndugleikarnir arbeiddu við at orða eitt nýtt loyvi.
Nevndarformaðurin segði í síni frágreiðing, at SEV fekk ætlanarskriv um nýggjar loyvistreytir 1. juli 2015.
- Sama dag fekk fekk SEV svar upp á umsókn felagsins um loyvi í at gera pumpuskipan á verandi verkum í Vestmannaøkinum, og SEV fekk eisini avrit av longda og víðkaða fyribilsloyvinum til Sp/f Røkt, har myndugleikin gevur Røkt treytað loyvi til pumpuskipan ímillum Heygadal og Mýrarnar, segði nevndarformaðurin og helt fram.
- Nevndin í SEV er ikki nøgd við viðgerðina og niðurstøðurnar hjá myndugleikunum. Royndir vórðu beinanvegin gjørdar at fáa táverandi løgmann, Kaj Leo Holm Johannesen, at kanna málið, men hesum spurdist einki burturúr. SEV valdi tí at kæra avgerðina hjá myndugleikunum um fyribils treytað pumpuloyvi til Røkt til Vinnukærunevndina, og í sambandi við ætlanarskrivið um nýggju loyvistreytirnar fyri vatnkraftini hevur myndugleikin givið longda hoyringsfreist til 1. januar 2016.
- Fundur var í gjár, 26. november 2015, millum Heilsu- og Innlendismálaráðið, Jarðfeingi og SEV, har umrøtt varð, hvussu víðari kann farast fram í málinum.










