Í 2014 megnaðu Føroyar, ES og Norra loksins at finna eina semju um býtið av makreli, aftaná eina drúgva ósemju, har ES tók tað óvanliga stigið at boykotta Føroyar.
Semjan smakkaði tó ikki øllum eins væl, og serliga norðarlaga í Bretland, í skotsku og hetlendsku fiskivinnuni, varð semjan ikki serliga væl dámd.
Misnøgdin kom aftur til sjóndar í síðstu viku, tá tinglimurin fyri Orknoyggjarnar og Hetland, Alistair Carmichael, fanst at semjuni í einum kjaki í bretska parlamentinum. Tað skrivar skotska blaðið The Press and Journal.
Carmichael fanst at semjuni, ið hann metir er til fyrimuns fyri Føroyar, og heitti á bretsku og skotsku stjórnirnar, um at leggja trýst á ES í eini roynd at taka samráðingarnar upp av nýggjum.
Carmichael vísti eisini til skotskar kanningar, har víst hevur verið á, at hóast føroyingar einans hava loyvið at fiska 40.000 tons av makreli í ES-sjógvi, so hava føroyingar fiska 1.400 tons yvir loyvda veiðu.
- Føroyingar fingu ein tumma í 2014, men síðani hava teir tikið eina míl, segði tinglimurin og legði aftrat.
- Fyri hvønn dag sum gongur, so tykist avtalan at gerast meira ójøvn. Hetta er eitt átrokandi mál, ið Bretland og ES mugu geva ans.
Áheitanin frá tingliminum kemur í kjalarvørrinum av, at leiðandi fólk í skotsku og hetlendsku fiskivinnuni hava heitt á stjórnina, um at fáa í lag eina betri avtalu.











