Grannar eru ikki fegnir um avgerðina hjá Tórshavnar býrað um at loyva NCC, felagnum, sum skal gera undirsjóvartunlarnar, um at seta upp ein skúrbý við Velbastaðvegin í Havn.
Ein av næstu grannunum er Árni Arge, sum býr millum Horna 4. Hann hevur sent okkum hesa viðmerking:
»Hvørjum tænir býráðið í Havn?
Hóskvøldið 26. januar 2017 avgjørdi meirilutin í býráðnum at geva NCC loyvi at leiga økið millum Velbastaðvegin og Kirkjubøarvegin í vesturbýnum í Havn. Á leigaða økinum fer NCC at seta ein skúrbý upp til arbeiðsfólkið, sum skal gera Eysturoyar- og Sandoyartunnilin. Sambært KVF skulu 30-40 fólk búgva í skúrbýnum.
Málið varð viðgjørt við slíkum skundi, at havnarborgarar høvdu ongan møguleika at gera vart við seg. Tað fyrsta, almenningurin hoyrdi um hetta, var kvøldið fyri býráðsfundin, tá portalarnir bóru hesi tíðindi. Kvøldið eftir varð málið samtykt. Meirilutin metti ikki, at neyðugt var at broyta byggisamtyktina fyri økið. Heldur ikki mettu tey, at tað var neyðugt at lata málið til hoyringar hjá grannunum, hóast at ein býráðsminniluti mælti til hetta. Sodan. Er hetta stílurin hjá nýggju býráðssamgonguni?
Hetta fær ein at ivast í, hvørjum býráðið tænir. Borgarunum ella einari útlendskari fyritøku? Einari fyritøku, sum skal byggja tveir undirsjóvartunlar, sum havnarborgarar í grundini ikki hava biðið um ella koma at njóta stórvegis fyrimunir av. Ikki tí, tunlarnir skulu vera vælkomnir.
Tað er væl skiljandi, at NCC ynskir at leggja sín skúrbý miðskeiðis millum byggiplássini, bæði tí so sleppur felagið undan at byggja tveir skúrbýir og harvið spara kanska helmingin av kostnaðinum. Tað er tó ilt at trúgva, at NCC ikki hevur roknað við kostnaðinum av tveimum skúrbýum, tí einki loyvi hevur fyriligið, áðrenn útboðið varð vunnið.
Ein undrast á avgerðina hjá býráðnum, sum í stóran mun fer at plága tey, sum búgva í økinum og við Marknagilsvegin. Ein kann ikki siga, at vesturbýurin hevur fingið góða viðferð, tá hugsað verður um umhvørvið. Eitt stórt arr stendur í fjallinum undir Miðhorni. Ídnaðarbygningar og grundøki hjá byggifyritøkum fylt við rustaðum skrambli skemmar portrið til annars vakra Havnardal. Og nú skulu vit so hava ein skúrbý afturat, við tí sum nú einaferð fylgir við.
Hesi arbeiðsfólk skulu koyra ígjøgnum alla Havnina og síðani Hoyvíkina fyri at koma til arbeiðis. Ferðslan skal eftir Marknagilsvegnum, sum frammanundan er plágaður av stórari ferðslu. Og hetta er bara byrjanin. Tá Glasir er liðugt, og næmingar skulu í skúla og lærarar til arbeiðis, so verður tað eftir Marknagilsvegnum. Og ikki nóg mikið við hesum, tað hevur eisini verið frammi í miðlunum, at ætlanir eru um at byggja lestraríbúðir og aðrar íbúðir við Marknagilsvegin. Alt skal eftir Marknagilsvegnum og plága borgararnar, sum búgva í økinum, við størri ferðslu og meira larmi.
Býráðið hevði tænt sínum borgarum í vesturbýnum betur við ikki at givið loyvi at byggja ein skúrbý í økinum, men heldur kravt, at ein skúrbýur til dømis var settur uppi á Skarðshjalla, og tá komið verður so langt, at sett ein við Gomlurætt. Hetta hevði ikki plágað havnarborgarar, og samstundis havt við sær, at arbeiðsmegin hevði sera stutt til arbeiðis.
Hvítanesfólk vaknaðu ein morgun við kaldan dreym. Vegaføringin til tunnilsmunnan varð løgd nærmast í túninum. Táverandi býráð royndi at muta ímóti, men hevði ikki myndugleika at gera nakað við tað. Avgerðin, um hvar skúrbýurin hjá NCC verður settur upp, liggur hinvegin einans í hondum býráðsins.
Havn, hin 31. januar 2017