Misnýttu sítt egna barn og fleiri onnur

Í Fraklandi eru tíggju fólk dømd fyri at hava misnýtt fleiri børn.

Fronsku hjúnini Myriam og Thierry Delay eru dømd ávikavist 15 og 20 ára fongsul. Tey bæði vórðu funnin sek í at hava staðið á odda fyri einum lítlum bólki, hvørs virksemi var at misnýta børn kynsliga. Ímillum børnini var teirra egni sonur.

Í rættinum í býnum Outreau viðgekk mamman grátandi, at bæði hon og maðurin vóru sek í at hava oyðilagt lívið hjá fleiri børnum.

Grannar teirra, hjúnini Aurelie og David Delplaque, vóru uppi í bólkinum, og tey fingu ávikavist fýra og seks ára fongsul.

Kanningarnar hjá fronsku løgregluni avdúkaðu, at 17 fólk høvdu verið í bólkinum, og at tey høvdu misnýtt 18 børn í árunum frá 1995 til 2000. Tað yngsta barnið vara bara trý ár.

Rættarmálið, sum byrjaði tíðliga í mai, hevur skakað Frakland, og fransmenn bíða nú eftir tí næsta málinum, eftir at ein skóghøggari hevur viðgingið, at hann burturflutti, meyðtók og myrdi fleiri gentur í Fraklandi og Belgia.