Misnýttir møguleikar kostaðu B36

B36 misnýtti nógvar stórar málmøguleikar í dystinum móti Ekranas í gjár, tá ið liðini møttust í UEFA Cup á Tórsvølli

Fótbóltur

 

Ikki stóð B36 langt aftanfyri Ekranas FK, tá ið liðini møttust á Tórsvølli í gjárkvøldið. Formulafótbólturin hevur hildið summarsteðg í nakrar vikur, og hetta sást í løtum væl á spælinum. Ekranas vísti ikki serliga sannførandi spæl, men í avgjørandi løtunum slógu teir til, og hetta var við til at tryggja teimum 3-1-sigurin.

 

B36 betur frá landi

Bara nøkur sekund vóru farin av dystinum, tá ið B36 fekk fyrsta stóra málmøguleikan. Bergur varð spældur leysur í vinstru síðu, men komin at málmanninum rakti skotið mitt á málmannin.

B36 var betra liðið fyrsta korterið, men heldur hinvegin var tað Ekranas, ið kundi leggja seg á odda. Hetta gjørdu teir í 13. minutti, tá ið hornaspark alt ov lætt endaði fyri fótunum hjá Povilas Luksys, sum ikki sveik.

Nógvar innanhýsis leikvillur vóru at síggja hjá báðum liðunum, og hetta togaði leikferðina í dystinum langt niður til tíðir.

Men B36 spældi seg meir enn so fram eftir vøllinum, og einu ferðina hilnaðist somikið væl, at teir skoraðu. Gott spæl í høgru síðu endaði við, at Bergur Midjord sendi bóltin inn til Inga Højsted, ið trygt javnaði fyri B36.

Men gleðin var stokkut. Bert ein minutt undan steðginum legði Ekranas seg aftur á odda, og aftur eftir horna. Hesaferð æt málskorarin Gediminas Paulauskas.

Óneyvir

Í seinna hálvleiki legði B36 trýst á Ekranas langt frammi á vøllinum. Hetta førdi til nógv mótálop til Ekranas, men B36 fekk eisini tilspælt sær nógvar møguleikar. Hanus Thorleifsson kom einu ferðina einsamallur móti málmanninum, men málmaðurin bjargaði.

Í 66. minutti fekk Sylla ein risa møguleika, men rakti við síðuna av málið. Hetta kostaði minuttin seinni í hinum endanum, tá ið Sergeij Pogreban rak B36-verjuna av, og skoraði til 3-1.

B36 fekk tveir stórar møguleikar at minka um munin. Sylla var einu ferðina leysur móti málverjanum, men fekk ikki skot á bóltin. Størsta møguleikan átti Mikkjal Thomassen, tá ið hann fekk brotsspark. Hesum skotinum bjargaði litaviski málmaðurin tó, og B36 hevur nú eitt sera trupult útgangsstøði til returdystin í Litava um tvær vikur.