Misnýtslan hjá Amy Winehouse avdúkað á sjónbandi

Sangarinnan Amy Winehouse, lovaði at fáa skil á lívið hjá sær eftir nýggjár, men mangt bendir á at tað bara vóru tóm lyfti, ið stjørnan hevði lovað. Ì eini nýggjari sjónbandsupptøku, ið er løgd út á netið, sær man Winehouse týðiliga ávirkaða. Stjørnan viðgongur eisini sjálv á sjónbandsupptøkuni, at hon nýtir rúsevni. Sjónbandsupptøkan er upptikin í heiminum hjá Amy í London, og myndirnar av dopaðu Amy fara heilt vist at gera familjuna og vinfólkini hjá henni vónbrotin, skrivar Kig Ind.