Misnýtsla av heilivági vindur nógv upp á seg

NARKOTIKA Í FØROYUM Tað vindur meiri og meiri upp á seg at heilivágur frá læknum, verður misbrúktur og seldur sum rusevni

- Heilivágur, sum læknar skriva upp á resept, er eitt nógv brúkt rúsevni í Føroyum.
Tað sigur Mikkjal Thomassen, løgreglumaður á Narkodeildini hjá løgregluni.
Hann sigur, at tað kemur oftari og oftari fyri, at løgreglan rennur seg í heilivág, sum verður brúktur sum rúsevni.
Talan er um nógv ymisk sløg av heilivági, sum verður brúktur at rúsa seg við, bæði Kodein, Stesolid og onnur sløg.
Men serliga er tað eitt ávíst slag av heilivági, sum gongur aftur og tað er Ritalin, sum verður brúkt til sjúklingar við ADHD.
Hetta var ikki gamalt og fyrr og fyrstu ferð, løgreglan legði hald á Ritalin í Føroyum, var í 2012, tá ið hald varð lagt á 65 tablettir.
Men í fjør varð hald lagt á ikki færri enn 153 tablettir.
Og tað eru nógvir pengar í at selja heilivág sum rúsevni, tí ein Ritalin tablett kostar ímillum 100 og 300 krónur, sigur Mikkjal Thomassen.
- Ritalin er ein stórur trupuleiki, við tað at tað er so lætt at fáa fatur á, sigur Mikkjal Thomassen.
Men hann staðfestir, at í slíkum førum er løgreglan í eini heilt serligari støðu.
- Tá ið talan er um heilivág, sum fæst av apotekinum upp á resept, er tað sjálvandi burturav ein læknalig meting, sum ger av, hvør fær heilivágin og, hvussu nógv, hvør einstakur fær.
- Vit fáa ikki gjørt annað enn at vísa á, at hetta er ein trupulleiki. Tað eru fólk, sum hava eina sjúku sum ger, at tey hava tørv á heiliváginum, men samstundis er tað stórur eftirspurningur eftir honum á svarta rúsevnamarknaðinum, leggur hann afturat.

Nógvar snildir
Mikkjal Thomassen staðfestir somuleiðis, at nógvir av misnýtararnum hava ADHD og fáa Ritalin frá læknanum.
- Men samstundis skerst heldur ikki burtur, at tey, sum vilja hava fatur á heilivági at rúsa seg við, ella at selja sum rúsevni, duga eisini sínar snildir.
- Tað er lætt at fara á internetið og lesa seg fram til, hvussu sjúkueyðkennini upp á ADHD eru og tað er eingin loyna, at hetta er ein framferðarháttur, sum eisini verður brúktur.
Men tað eru eisini dømi um, at ADHD sjúklingar siga, at teir hava mist heilivágin burtur og mugu hava nýggjan, ella at tey fara ein langan túr til skips og mugu hava niðurfyri.
Mikkjal Thomassen sigur, at hagtøl hjá apoteksverkingum vísa, at nøgdin av Ritalin í Føroyum er meir enn tíggjufaldað í árunum frá 2006 til 2012.
- Samstundis er talið á teimum, sum fáa Ritalin upp á respept fyri sjúku, fýrafaldað í sama tíðarskeiði.
Tað merkir, at antin fær hvør sjúklingur nógv sterkari heilivág, ella fær hvør sjúklingur meiri enn tvær ferðir so nógvan heilivág nú, sum fyri nøkrum árum síðani.