Misnýtarar fáa skúr

Reyði Krossur Føroya hevur í samstarvi við Tórshavnar Býráð syrgt fyri, at ein bjálvaður skúrur verður settur upp á Skálatrøð, sum rúsdrekkamisnýtarar og heimleys kunnu halda til í um dagin.

Tað hevur leingi verið ein trupulleiki hjá stovnunum á Debesartrøð, at nógvir rúsdrekkamisnýtarar hava fingið sær tilhald í økinum, og hetta hevur verið til stóran ampa fyri stovnarnar og viðskiftafólk.
Hetta fekk fyrr í ár Reyða Kross at venda sær til kommununa við einum uppskoti um loysn á trupulleikunum. Reyði Krossur hevur keypt ein arbeiðsskúr upp á 21 fermetrar, sum er bjálvaður og hevur innlagt vatn og WC, og felagsskapurin hevur heitt á kommununa um at fáa loyvi til at seta skúrin upp á Skálatrøð.

Royndartíð upp á tvey ár
Uppskotið hjá Reyða Krossi var, at skúrurin skuldi setast upp í eini royndartíð upp á tvey ár, og hesum hevur býráðið tikið undir við. Málið hevur verið fyri bæði í sosialu nevnd og í byggi- og býarskipanarnevndini, har tað varð endaliga samtykt mánakvøldið.
Suni Vinther, formaður í Reyða Krossi Føroyar, sigur, at felagsskapurin leingi hevur havt eitt ynski um at veita hesum fólkum, ið ganga fyri vág og vind, eitt slíkt skjól, og hann fegnast um, at býráðið hevur tikið undir við uppskotinum. Hann sigur seg vóna, at tað fer at bera til at seta skúrin upp í hesi vikuni.