Misnøgdur við Føroya Tele

Tað fekk ikki Karsten Hansen at leypa úr stólinum av frøði, at Føroya Tele undirskrivaði sáttmálan við starvsfólkið mánanáttina. ? Er hatta leisturin vit skulu gera okkara sáttmálar eftir, so verður spurningur um dagar, til vit skulu seta tiltøk í verk, sigur hann

Mánanáttina varð sáttmáli undirskrivaður millum Føroya Tele og starvsfólkið. Hesin sáttmáli hevði við sær eina lønarækking uppá íalt 9,35 prosent yvir eitt tvey ára tíðarskeið.

Lønin sjálv hækkar í tveimum umførum við 2,5 prosentum hvørja ferð. Harafturat koma so nýggj lønarskipan og annað, sum samanlagt gera, at nýggi sáttmálin er verdur eina lønarhækking upp á 9,35 prosent.

Starvsfólkið var ikki nøgt við semingsuppskoti, men samráðingarnevndin valdi kortini at skriva undir, tí vandi var fyri, at Føroya Tele bakkaði út, søgdu umboð fyri Starvsmannafelagið við Sosialin í gjár.

Men hvussu er fíggjarmálaráðharrin nøgdur við nýggja sáttmálan hjá Føroya Tele?

? Satt at siga, so standi eg eitt sindur spyrjandi nú sáttmálin er undirskrivaður, sigur Karsten Hansen.

? Eg haldi, at her er lora ov nógv, men talan er um eitt »privat« felag, sum kortini er alment, og teir hava valt tað teir hava. Tað kunnu vit ikki gera nakað við. Men eg kann tó siga so mikið, at skal hesin leisturin flytast yvir á almenna arbeiðsmarknaðin, so kunnu vit seta dagar á til vit skulu seta »drastisk« tiltøk í verk.

Fíggjarmálaráðharrin vísir á, at fiskiveiðan í løtuni ikki er tann hon var fyri stuttum og prísirnir á alheims fiskamarknaðunum eru falnir rættiliga nógv í seinastuni.

? Hesir báðir faktorar siga mær so mikið sum, at landskassin ikki hevur ráð til at fara út við stórum lønarhækkingum.

Hann leggur afturat, at tað er hansara meting, at Føroya Tele átti at víst eitt sindur størri samfelagssinni enn teir hava gjørt, tí hóast tað eru hvør sínar samráðingar, so er ikki óhugsandi at Starvsmannafelagið fer at brúka henda sáttmálan í samráðingunum framyvir.

? Men kunnu teir brúka henda sáttmálan, so kunnu teir eins væl brúka nýggja sáttmálan hjá Musikkskúlalærarunum, sigur Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri at enda .