Misnøgdur við endaspurtin

16 ára gamli Áki Olsen, sum rør við Bliki, var vælnøgdur aftaná róðurin.
?Vit vunnu, so tað var ikki so galið. Men eg eri allíkavæl ikki ordiliga nøgdur við endaspurtin. Vit vóru for slappir í spurtinum, og Havfrúgvin kom langt inn á okkum tá. Men annars gekk tað væl í dag. Vit hava vunnið alt uttan Norðoyastevnuna, so tað er bara gott, sigur hann.
Áki róði í fjør eisini, og honum dámar stak væl kappróðurin. ? Tað er ræðuliga hart, og tað er feitt. Aðrar ítróttagreinar eru ov lættar, tá man hevur prøvað at rógva, haldi eg.