VERKFALLIÐ
Foreldur at børnunum í Býlingshúsinum undir Fjalli vísa í skrivi til fjølmiðlarnar á misnøgd sína við, at børnini ikki sleppa í barnagarð og vøggustovu. Foreldrini heita á allar partar um at taka samráðingarnar uppaftur, so loysn kann fáast á trætuni.
Núverandi støðan er ótolandi fyri bæði børn og foreldur, sigur Foreldraráðið í Býlingshúsinum undir Fjalli, sum minnir á, at hetta er ikki fyrstu ferð, at stovnarnir eru stongdir vegna verkfall.