Misnøgd við valúrslit

Fólk í túsundatali tustu út á gøturnar í høvuðsstaðnum í Togo, Lome, týsdagin, tá almenna valnevndin kunngjørdi, at Faure Gnassingbe hevði vunnið forsetavalið.

Sambært valnevndini fekk Faure Gnassingbe meiri enn 60 prosent av atkvøðunum, meðan andstøðuvalevnið, Bob Akiotani, fekk 38 prosent. Valnevndin sigur, at úrslitið er endaligt, men lógin sigur kortini, at landsins grundlógardómstólur skal góðkenna tað, og andstøðan hevur heitt á dómstólin um at ógilda úrslitið. Andstøðan ivast ikki í, at myndugleikarnir hava svikað, og hon krevur tí umval undir eftirliti.

Faure Gnassingbe tók við eftir faðirin, sum doyði í februar, og hann var ímóti at halda forsetaval nú. Tað eydnaðist kortini andstøðuni at noyða hann at skriva út val. Stýrið í Togo verður vanliga roknað sum einaræði.