Miðvágur
Tað gongur stak illa hjá Miðvágs kommunu at fáa hendur á byggilendi. Fólk, ið hava søkt um at byggja í Miðvági og í Vatnsoyrum, eru nú sera ótolin eftir at sleppa í gongd. Hetta er væl skiljandi og sera óheppið.
Tað sigur Miðvágs kommuna á heimasíðuni.
Lagt verður aftrat, at fyri Vatnsoyrar sær kortini út til, at ein glotti er at hóma.
Miðvágs kommuna hevur roynt at ognað sær lendi, ið tørvur er á.
- Men sigast má, at teir almennu stovnar og myndugleikar, sum á ymiskan hátt skula avgreiða málini, eru sera seinir í vendingini.
Á heimasíðuni verður víst á, at ognartøka og fleiri broytingar av býarskipanini eru mál, ið á ein ella annan hátt eru uppsteðgað hjá tí almenna, sjálvt um kommunan hevur roynt at rykt eftir hesum málum.
- Tað eru níggju mánaðir, síðani bygdaráðið samtykti at ognartaka eitt lendi og sjey mánaðir, síðani tað lendið bleiv tinglýst til kommununa. Men enn slepst ikki í gongd, sjálvt um kommunan hevur avgreitt sín part av málunum fyri fleiri mánaðum síðani.
Soleiðis, sum støðan er nú, umhugsar kommunan at fara til Løgtingsins Umboðsmann fyri at vita, hvat tað er, sum veruliga gongur fyri seg í onkrum av málunum, sum tikið verður til.
- Støðan er ótolandi, og vit kunnu als ikki liva við, at fólk ilskast inn á okkum, tá ið trupulleikarnir liggja hjá øðrum myndugleikum, sigur Miðvágs kommuna.










