Misnøgd við flatskíggjar

Nógvir danir eru misnøgdir við sjónvørp við flatskíggja. Tey eru ikki nóg góð. Í fjør keyptu danir umleið 400.000 sjónvørp við flatskíggja, men tað eru minni enn so allir, sum eru so væl nøgdir við tey. Tvørturímóti hevur brúkararáðið fingið ikki færri enn tríggjar klagur um dagin.

Men ráðið kann ikki hjálpa stórvegis. Fólk kunnu ikki fáa pengarnar aftur, tí í grundini eru sjónvørpini í lagi. Tey eru bara ikki so góð, sum fólk høvdu væntað, tá tey keyptu tey, sigur brúkararáðið.

Kortini hevur brúkararáðið almannakunngjørt nakrar upplýsingar um, hvørjum fólk skulu hyggja eftir, um tey ætla at keypa sjónvarp við flatskermi.