Mikukvøldið verður bygdafundur á Velbastað um Bussleiðina, sum tey halda er vorðin verri fyri tey.
Fundurin verður í Dagstrovninum á Velbastað mikukvøldið kl. 19. Hetta verður ein pallborðsfundur.
Fyrireikararnir siga, at nýggja bussleiðin veitir teimum verri tænastu enn tann gamla og er ikki gjørd til brúkaran.Trupult er hjá starvsfólki at koma til arbeiðis á Velbastað og at fara til arbeiðis í Havn. Børnini í Dagstovninum fáa ikki nýtt tænasturnar í Havn, skúlabørnini hava trupult við at koma til og úr Havn o.a.










