Misnøgd við at Sam verður tikin úr sigling

- Tað er ein sera ørkymlandi støða, ikki at vita nær Sam siglir. Hesar umstøður hava kalsoyingar livað við nú í longri tíð. Fleiri hava gørt vart við sína ónøgd, bæði hjá Strandfaraskipum Landsins og hjá hægri myndugleikum. Men hetta tykist ikki at hjálpa, skrivar Útoyggjafelagið á heimasíðuni

Tað gav at býta nú í vikuni, tá familjurnar í Kalsoy høvdu bílagt atgongumerki til ein barnasjónleik í Havn. Øll halda væl standa til og gleða seg til at fara. Dagin fyri kemur so lýsingin í útvarpinum ?Sam siglir ikki? ..

Nú er neyðugt at endurskoða alla ætlanina. Skulu tey fara, mugu bilarnir inn til Klaksvíkar kvøldið fyri, og eingin bilur sleppur aftur til oynna, tá tey koma aftur úr Havn.

Ein slík uppliving øsir fólk, tí alt verður so trupult, men størsti trupulleikin er, at hetta hendir jamt og samt. Sam verður í heilum tikin úr sigling, tí hann skal arbeiða fyri privat feløg, ið byggja havnir o.l. ella hann skal sigla farm. Alt hetta verður gjørt, meðan hann er í fastari rutu millum Klaksvík og Kalsoy.

Av tí at tænastustøðið, á flest øllum økjum er vánaligt á útoyggj, er samferðslan lívæðrin hjá øllum, ið hava valt at búseta seg í hesum fámentu bygdum, tí er tað so sera umráðandi, at tryggleiki valdar á hesum økið. Ótryggleiki skapar ónøgd og mistrivnað.

- Samfelagið, politiski myndugleikin og stovnar, sum vara av tænastunum til útoyggjarnar, hava størri ávirkan á framtíðina enn tey tykjast vera varug við, skrivar Útoyggjafelagið.