Misnøgd við Afghanistan-politikkin

Nógvir amerikanarar eru ímóti Afghanistan-politikkinum hjá Barack Obama, forseta og stjórn hansara. Ein meiningakanning, sum The Washington Post og ABC News hava gjørt, svísir, at 49 prosent av teimum spurdu eru ímóti Afghanistan-politikki forsetans, og at 44 prosent taka undir við forsetanum.

Í einari tilsvarandi kanning í januar svaraðu 49 prosent, at tey vóru nøgd við Afghanistan-politikkin hjá Obama-stjórnini. 41 prosent ímóti.

100.000 amerikanskir hermenn eru í Afghanistan nú, men Obama hevur gjørt greitt, at USA fer undir at taka sínar hermenn haðani í juli. Tað fegnast amerikanarar um, tí kanningin hjá The Washington Post og ABC News vísir, at næstan tveir triðingar av fólkinum hava ta áskoðan, at tað loysir seg ikki at halda fram við krígnum.