Misnøgd um býlinganavn

Archibald Black, bóndi á Myrkjanoyri í Klaksvík, hevur skrivað býráðnum bræv, har hann harmast um, at nýggi býlingurin á Helnabrekku hevur fingið navnið, á Grashjalla. Staðið, har nýggi býlingur er, hevur einki við Grashjalla at gera, sigur hann

Í brævi sínum til býráðið, sigur Archibald Black, at tað fall honum fyri bróstið, tá hann í Sosialinum í farnu viku las tíðindi um, at býráðið hevði samtykt at kalla nýggja býlingin á Helnabrekku, á Grashjalla.
            - Sum bóndi á Myrkjanoyri, havi eg gingið høgt upp í staðarnøvn, og at støðini verða kallað við sínum rætta navni, sigur hann.
            Archibald vísir í brævi sínum á, at øll staðarnøvnini á garðinum eru uppskrivað, og tað verður lagt fjallfólki eina við at nýta rætta navn á røttum stað.
            Nýggja útstykkingin er á Helnabrekku og onga aðrastaðni, leggur bóndin dent á.
            Hann sigur, at Grashjalli er eitt stórt øki, ið røkkur frá Ravnagili í sunnan, til Kellingasetur fyri norðan. Har gongur Árnafjarðargøtan undir Høvdanum og tí mesta av Stigabrúnni.
Skalt tú niðan á Grashjalla, mást tú niðan um hamaran og Døglingsstein, sigur hann.
            - Hetta skal rættast beinanvegin, sigur Arcibald Black at enda í brævi sínum til Klaksvíkar Býráð.
            Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri, sigur við Sosialin, at navnanevndin enn ikki er kunnað um brævið, sum er dagfest 4. novembur, og at hann tí ikki fær úttalað seg um málið.
            Eftir hvat skilst, eru skjeytini útskrivað við nýggja gøtunavninum, og eru fólk serstakliga glað um navnið, á Grashjalla.