Lógin veitur ikki samkyndum javnrættindi, og ger harvið mismun ímóti samkyndum. Hetta er ikki ein meining. Hetta er ein sannroynd.
“Øll hava vit rætt til egnar meiningar,” tók amerikanski politikarin ogsamfelagsfrøðingurin, Daniel Patrick Moynihan, einaferð til orðanna,“men ongin hevur rætt til egnar sannroyndir.”
Somuleiðis er tað við spurninginum um, hvørt hjúnabandslógin skalbroytast til at loyva samkyndum at giftast. Ósemja um, hvørt lógin skalbroytast er sjálvandi loyvd í einum fólkaræði, men onki sakligt kjak umhesa ósemju er gjørligt, um fólk á aðrari síðuni nokta at viðurkennagrundleggjandi sannroyndir.
Lógarfestur mismunur er ikki altíð av tí ringa. T.d. kunnu vit hugleiðaum, at lógin ímóti stuldri í ávísan mun ger mismun ímóti tjóvum. Eittjarðbundnari dømi kundi verið, at ein pallstjóri, ið leitar eftir einumsjónleikara til at spæla leiklutin sum ein tjúkk kvinna av afrikanskumuppruna í roynd og veru ger mismun ímóti einum klønum, reyðhærdum írskummanni við at nokta hesum leiklutin. Talan er tó um ein ógvuliga vælgrundgivnan mismun, ið tænir einum ávísum rímiligum endamáli. At geraeitt undantak fyri sokallaðum ‘grundgivnum mismuni’ er vanligt í altjóðalóggavum ímóti mismuni annars.
Tey, ið eru fyri at varðveita lógarfesta mismunin ímóti samkyndum ogframhaldandi sýta samkyndum hjúnabandsjavnrættindi, kunnu passandipróvføra fyri, at talan er um grundgivnan heldur enn ógrundgivnanmismun; at tað onkursvegna tænir einum rímuligum endamáli at happasamkynd. Eg haldi persónliga, at so má grundgevingin vera munandi betrienn allar tær, eg higartil havi hoyrt, men eg skuldi tá gjarnaviðurkent, at eitt sakligt kjak um ikki annað er gjørligt.
Tað gevur tó onga meining at halda fast við, at talan ikki er um mismun;at samkynd longu hava javnrættindi, tí tey hava sama rætt sum øll onnurat giftast við einum av hinum kyninum. Hetta kann ikki kallast sakligt.Í ringasta føri er talan um fullkomna líkasælu yvir fyri sannroyndunum,og í besta føri er talan um eina grundleggjandi misskiljing avviðkomandi hugtøkum. Hvørgin møguleikin loyvir sakligum kjaki, iðkrevur, at báðir partar síggja hin sum ein skynsaman javnlíka. Um annarparturin tilvitað skúgvar til viks óhepnar sannroyndir fyri at sannførahin, vísir tað, at viðkomandi ikki trýr, at hesin uppdagar lokabragdiðog tískil ikki sær hendan sum ein javnlíka. Um annar parturin hinveginer óvitandi, er talan ikki um javnlíkar, og tann vitandi verður til einundirvísara heldur enn kjakspartnara.
Í kjaki um mismun og mannarættindi hevur leingi verið vanligt at skiljaímillum beinleiðis og óbeinleiðis mismun. Dømi um beinleiðis mismunkenna vit øll; hon fær minni í løn, einans tí, at hon er kvinna; hannfekk ikki starvið, tí hann er ov gamal; hon noyddist at sita aftast íbussinum, tí hon er svørt o.s.fr. Beinleiðis mismunur er, slætt og rætt,tá somu reglur ikki eru galdandi fyri øll.
Óbeinleiðis mismunur er hinvegin, tá somu reglur eru galdandi fyri øll,men reglurnar gera, at summi eru verri fyri enn onnur. Av tí, at vitmenniskju ikki altíð hugsa um, hvussu tað er at vera onnur, kannóbeinleiðis mismunur tíðum vera torførur at kenna aftur. Hetta ger tóokkum, heldur enn mismunin, minni.
Um Løgtingið bannaði øllum føroyingum at brúka vinstrasaksar, hevðitalan verið um óbeinleiðis mismun ímóti lámum. Lógin hevði verið líkafyri øll, men hon hevði verið munandi meir til ampa fyri vinstrhent ennfyri høgrhent.
Um sjúkrahúsið samtykti, at allir stólar í bíðirúminum skuldu havaarmlen, og at breiddin í mesta lagi skuldi vera 35 cm, hevði talan veriðum óbeinleiðis mismun. Reglan hevði givið øllum líka rætt til samastólin, men hevði samstundis gjørt, at fólk við breiðum rumpum vórumunandi verri fyri at sleppa at sita enn fólk við smølum rumpum.
Um Løgtingið setti lóg í gildi um, at ein má vísa fram koyrikort fyri atstovna eina bankkontu, og at onki annað samleikaprógv verður góðtikið,hevði talan verið um óbeinleiðis mismun ímóti teimum, ið av onkrariorsøk ikki kunnu fáa koyrikort. Lógin hevði verið líka fyri øll, menblind, epileptikarar o.s.fr. høvdu veri munandi verri fyri av hesilógini enn tey koyriføru.
Ein politikari í koyristóli hevur líka atgongd sum aðrir politikarar tilTinghúsið ígjøgnum trappuna, men tað merkir sjálvandi ikki at trappanveitur javnrættindi til hjól og bein.
Um Løgtingið framhaldandi noktar samkyndum at giftast á jøvnum føti viðhinskynd, er talan sjálvandi um óbeinleiðis mismun ímóti samkyndum. Øllhava líka rætt at giftast við einum av hinum kyninum, men øll hava ikkijavnrættindi til at giftast við tí, tey elska.
Løgtingið kundi tað sama samtykt eina lóg um, at hvít fólk einans kunnugiftast svørtum fólki, og svørt einans hvítum, at vinstrhent einanskunnu giftast við høgrhentum, og høgrhent einans við vinstrhentum, ellaat fólk við breiðum rumpum einans kunnu giftast fólki við smølum rumpum,og fólk við smølum einans kunnu giftast fólki við breiðum. Tá høvdu ølleisini havt líka rættindi.
Líka rættindi og javnrættindi eru sjálvsagt ikki tað sama.
Tey, ið vilja billa okkum inn, at javnrættindi longu valda millumhinskynd og samkynd, tí øll hava líka rætt til at giftast við einum avhinum kyninum, mugu antin vera óvitandi ella líkasæl í mun tilgrundleggjandi hugtøk innanfyri kjak um mismun og mannarættindi. Undirøllum umstøðum hava tey ikki møtt próvskylduni fyri at varðveita mismunin yvirfyri samkyndum.
Og tað er stór skomm.
Heini Reinert,
heimspekingur










