Hví gera vit mismun á offrunum fyri jarðskjálvtan í Pakistan og so Tsunami offrunum? Henda spurning eiga vit at seta, nú tað er vorið greitt, at føroyingar als ikki sýna jarðskjálvtaoffrunum sama gávumildi og sýnt varð tsunami offrunum. Lat tað verða sagt alt fyri eitt: hetta er ikki eitt reint føroyskt fyribrigdi. Vit hava sama rák í Noregi og í Danmark, tá um privata gávumildið ræður. Hinvegin hava statirnir Danmark og Noreg sum einastu lond í heiminum latið ta upphædd, sum ST hevur álagt teimum at rinda. Donsk, svensk, finsk og norsk feltsjúkrahús og skandinaviskt hjálparvirksemi sum heild er eitt meginálitið hjá ST í vanlukkuraktu økjunum í Pakistan.
Men tá tað snýr seg um hugan hjá privatfóki at lata pening til jarðskjálvtaoffrini í Pakistan er støðan í eitt nú Danmark á leið tann sama sum í Føroyum. Eygleiðarar hava gjørt viðmerkingar til hetta og nógvar eru gitingarnar um, hví hetta er so. Ein frágreiðingin er, at fólk heilt einfalt eru troytt av katastrofum og av offrum fyri katastrofum. Hungursneyðin í Darfour og í Niger, Tsunami, Katrina og allar hinar ódnirnar her verður bart út sagt ovboðið hjá vanligum fólki. Fólk megna ikki at arbeiða hetta og fólk hava ikki rúm í huganum fyri allari hesari neyðini. Hartil kemur so, at tað sigst, at europear hava lættari við at identifisera seg við offrini í Thailandi, Indonesia og á Sri Lanka enn við muslimskar fjallabúgvar í Pakistan og Kashmir.
Vit fara ikki her at taka støðu til, hvør frágreiðingin, ið er tann rætta helst eru tær fleiri. Men vit fara at loyva okkum at minna á, at vit standa frammanfyri einum av størstu sorgarleikum í nýggjari tíð. Út við ein millión av okkara medmenniskjum hava hvørki mat ella tak yvir høvdið. Heimurin tykist venda hesum menniskjum bakið. Bert heilt fá lond taka sorgarleikin í álvara og ST fær ikki í námind tann pening, ið skal til fyri at kunna útvega tað, sum er mest fyri neyðini, nevniliga tjøld og mat. Veturin stendur fyri durum og altjóða fjølmiðlar tala í ramasta álvara um, at ein millión fólk fara at doyggja í kulda. Ein stórur partar av hesum eru børn og ungdómar. Kann heimuirn venda hesum medmenniskjum bakið? Tað ber ikki til. Eingin kann heldur noyða føroyingar at lata meira pening, enn teir longu hava latið til hini offrini. Vit loyva okkum tó her at heita á landsmenn um at hugsa um eisinin hesi offrini. Men tær almennu Føroyar kunnu ikki loyva sær at vera aftan fyri norðurlendsku grannarnar í hesi søk. Føroyar eru eitt av heimsins ríkastu londum! Løgting og landstýrið eiga tí skjótast at játta eina upphædd, sum lutfalsliga svarar til eitt nú almennu donsku hjálpina.
Sosialurin