Miskunsami kaldbaksmaðurin

HJÁLPSEMI. Petur Oluf Skorá í Kaldbak ger ikki nógvan háva burtur úr sær, hóast lív hansara bert snýr seg um at hjálpa øðrum. Aðaltátturin í hjálpartænastu hansara er felagsskapurin, Føroysk Filipinsk Tænasta, ið roynir at fáa føroyingar at stuðla filipinskum børnum. Harumframt ansar kaldbaksmaðurin gomlu og sjúku móður sínari

Høgni Mohr


Einasta sjónliga skiftið í sinnalagnum, sum Sosialurin hómar undir vitjanini í hús-unum á Gørðum í Kaldbak, er tá ið verturin skiftir millum bros og skellilátur.

Kanska er tað sjálvspei, ið leggur lunnar undir hjartaliga láturin, tí gerandisdagurin hjá skjótt 39 ára gamla Peturi Oluf Skorá er vígdur øllum øðrum, enn júst honum sjálvum. Eingin sjálvgleði og einki reyp hoyrist í heimi hansara. Og hann eigur ongan pening, tí hann forvinnur snøgt sagt onki oyra.

Ólønta arbeiði hansara hevur seinastu trý árini verið at ansa óhjálpnu mommu sínari, sum er illa nívd av parkinsonssjúku. Talan er ikki um, at 84 ára gamla Olina Skorá skal á ellisheim, tí tá ið hon hevur verið til umlættingar, hevur henni longst ov illani heim aftur í Garðar.


Hjálpir filipinum

Trivnaðurin hjá sjúku mommuni stendur frammalaga í huga Peturs. Men maðurin, ið onki eigur, hevur kortini nógv meira at geva enn røkt og stuðul til egin ættarfólk. Í dag er hann umboðsmaður hjá Føroysku Filipinsku Tænastuni, sum umsitur sponsortænastu til fátækar filipinskar óvitar. Gjøgnum føroyska hjálparfelagsskapin kunnu føroyingar stuðla ávísum barni við føstum mánaðargjøldum.

Petur Oluf kom upp í felagsskapin, tá ið hann varð biðin at týða brøv, ið vórðu send millum filipinsk børn og føroyskar stuðlar. Í 1998 flutti táverandi leiðarin í føroyska felagsskapinum til Danmarkar. Síðani hevur Petur Oluf avgreitt virksemi felagsskapsins í Føroyum. Leiðslan í felagsskapinum liggur enn í hondunum á stigtakaranum, Martini Reinert, sum býr í Danmørk.


Eingin verður ríkur

Munur er á børnum í Filipsoyggjum. Tað eru bert tey hepnu, ið verða stuðlað peningaliga, meðan flestu teirra liva eitt vanligt fátæksligt lív; serliga á stórbýargøtum. Men Petur Oluf Skorá heldur ikki, at stuðulstiltakið elvir til øvund millum børnini.

? Vit hjálpa børnum hjá fátøkum foreldrum, ið ikki hava ráð at bjóða børnunum nakað. Foreldrini eru ofta arbeiðsleys; tí stuðla vit børnunum, at tey kunnu fáa føði og sleppa í skúla. Fáa foreldrini arbeiði og inntøku, so fellur okkara hjálp burtur, sigur Petur Oluf, sum samstundis staðfestir, at eingin á Filipsoyggjum verður ríkur av føroysku hjálpini.


Vit hava ráð

Hjálpsami kaldbaksmaðurin heldur tað vera sera umráðandi, at eingin, hvørki filipinsk børn ella føroyskir stuðlar, fær ta fatan, at talan er um olmussugávur.

? Nógvir filipinar eru undirløntir, og fátækradømið er stórt. Soleiðis er tað ikki í Føroyum. Vit hava væl ráð at hjálpa teimum, sigur kaldbaksmaðurin, sum sjálvur stuðlar 7 ára gomlu Veronicu Pascual, ið gongur á Aurora Kinder School í Bambang, einar 200 kilometrar norðan fyri høvuðsstaðin, Manila. Føroya Landsstýrið hevur stuðlað hesum skúla við 220.000 krónum í menningarhjálp.

Sum allir aðrir føroyskir stuðlar, hevur Petur Oluf Skorá mynd av barni »sínum«. Og júst slíkar myndir heldur hann hava stóran týdning fyri hugin at stuðla.

? Tað er umráðandi hjá teimum, ið stuðla hesum børnum, at tey vita, at peningurin ikki verður misnýttur. Og tað ber til at prógva við, at stuðulin verður persóngjørdur við børnunum, ið hava hjálp fyri neyðini, sigur hann.


Glaður gevari

Petur Oluf tykist sera fast knýttur at heiminum í Kaldbak. Momman eldist og viknar, og hendan støðan setir stór krøv til sonin og røktaran. At Petur Oluf er so eldhugaður og fegin kundi kanska undra onkran. Men gleðin hevur sína púra greiðu orsøk.

? Man sær, at filipinsku børnini fáa tað betur. Við okkara hjálp megna tey at koma eitt vet víðari í lívinum. Hetta hevur týdning. Og forrestin, so elskar Guð ein glaðan gevara...


Lýsa lítið

Royndirnar at fáa upp aftur fleiri føroyingar at stuðla fátøkum filipinskum børnum hava verði heldur óskipaðar. Arbeiðsorkan hjá Petur Olufi er jú eitt sindur avmarkað. Tó so, felagsskapurin í Kaldbak hevur onkuntíð borið skriv út í hvørt hús í pørtum av landinum. Hesar royndir hava eydnast heilt væl. Eisini hava lýsingar á Gulu Síðunum í telefonbókini gjørt vart við hjálparfelagsskapin. Og koma nógvir stuðlar aftur at, stúrir Petur Oluf ikki fyri at fáa hann avgreiddan.


Livir av lummapeningi

? Eg plagdi at koma í samkomuhúsið Nasaret her í Kaldbak, og eg vænti, at onkur har hevði viljað hjálpt mær við at avgreitt umsóknirnar, um so var, at einir 100 nýggir stuðlar gjørdu vart við seg í morgin, sigur Petur Oluf brosandi, men kortini hugsunarsamur. Hann veit, at skirvisliga móðurin krevur hansara fulla stuðul, og at tíðin til føroyska/filipinska hjálpararbeiðið er avmarkað.

? Men eg havi tað ónáttúrliga gott. Eg havi valt alt hetta sjálvur. Onkur má vera heima hjá mammu, staðfestir Petur Oluf, sum við millumrúmum fær eitt sløg av lummapeningi av pensiónini hjá mommuni, sum gleðiliga stuðlar soninum við tí, hon kann.

Gamla á Gørðum veit, at tað fer til eitt gott endamál. Tí sum Petur Oluf sjálvur tekur til:

? Sælari er at geva, enn at fáa.



Føroysk Filipinsk Tænasta

Fyri 120 krónur um mánaðan ber til at bøta munandi um framtíðina hjá fátøkum filipinskum børnum


Høgni Mohr


Føroyski hjálparfelagsskapurin varð settur á stovn í 1990. Tað var Martin Reinert, ið er giftur filipinskari konu, sum fór undir at samstarva við kristnar skúlar í Filipsoyggjum. Tað er filipinski verpápi Martin Reinert, sum samskipar hjálpararbeiðið á teimum trimum skúlunum, ið hava vanliga frálæru, men kortini eru grundaðir á hugsjónina hjá hvítusunnurørsluni.


Munadyggur stuðul

Samstarvið varð grundað á væl kendu sponsorskipanina. Fólk kunnu »ættleiða« filipinsk børn við at gjalda eitt fast gjald um mánaðin til barnið. Fyri peningin verða matur, klæði, skógvar skúlagongd og sjúkratrygging goldin.

Føroyingar stuðla umleið 220 filipinskum børnum. Mánaðargjaldið fyri hvørt barnið er 120 krónur. Hetta svarar á leið til eina vikuløn hjá einum filipinskum arbeiðsmanni og tvær tímalønir hjá einum føroyingi.


Tíðindablað og heimasíðu

Føroyski stuðulsveitarin fær bústað og mynd av barninum, hann velur at stuðla. Síðani ber til at hava brævasamband við barnið. Umframt pening ber eisini til at senda børnunum føðingardagsgávur, klæði og leikur.

Við millumbilum sendir felagsskapurin stuðlum sínum tíðindablaðið, FFT-tíðindi. Eisini ber til at vitja heimasíðuna, www.philippine.org/fft.html, har greitt verður frá um hjálpartænastuna.

Tey, ið eru áhugað í at stuðla fátøkum filipinskum børnum, kunnu venda sær til Petur Oluf Skorá í Kaldbak á telefon 31 29 78.



Filipinskt fátækradømi og føroysk yvirflóð


Høgni Mohr


Veronica Pascual, 7 ár,

Bambang.


Filipinska gentan, sum Petur Oluf Skorá í Kaldbak stuðlar, er 7 ára gomul. Hon eitur Veronica Pascual og býr saman við trimum systkjum og foreldrum sínum í 12 (tólv) fermetra stórum húsum. Tey hava sostatt tveir fermetrar í part í húsunum, sum eru virðismett til 680 krónur.

Pápi Veronicu er fyrrverandi hermaður úr Manila, men arbeiðir nú á rísmørkunum norðuri í Bambang. Lønin er 181 krónur um mánaðin.

Fyristøðukonan á skúlanum, sum Veronica nú gongur á, sigur um tilverugrundarlagið hjá katólsku Pascual-familjuni:

? Tað er bert við Guðs náði, at ein slík familja yvirlivir við slíkum arbeiði.



»Búgvi Jónsson«, 7 ár, Tórshavn.


Ein vanligur føroyskur drongur. Hann gongur í fyrsta flokki í Eysturskúlanum í Havn. Í Føroyum er tað ein mannarættur at sleppa í skúla, og tey eru fá, ið halda tað vera nakað serstakt at »sleppa« í skúla.

Drongurin, ið vit nevna Búgva, býr skamt frá skúlanum saman við foreldrum og einari yngri systir. Húsini eru 120 fermetrar til støddar (30 fermetrar í part + kjallara). Foreldur og systkini bæði hava hvør sítt stóra kamar í snøggu húsunum, sum eru virðismett til eina góða millión krónur.

Momman er skrivstovukona og pápin er lærari. Inntøkurnar um mánaðin eru umleið 35.000. Tey hava góðan bil, tvey sjónvørp, nøkur klædnaskáp á tremur við nýmótans klæðum og full frysti- og køliskáp.