Misjøvn úrtøka hjá føroyingaliðunum í næstbestu donsku hondbóltsdeildini

Aarhus HC fekk bjargað sær eitt stig, Køge tapti stórt, og FIF vann føroyingauppgerðina móti Skovbakken

Fýra føroyingalið í næstbestu donsku hondbóltsdeildini hjá monnum vóru í leiki í dag.

 

Julian J. Kragesteen og liðfelagarnir hava ligið tungt í sjónum, og í dag fór tann allarseinasti matematiski møguleikin at sleppa undan niðurflyting til triðbestu deildina.

 

Køge tapti stórt 22-37 (12-18) fyri Grindsted á útivølli.

 

Køge er aftast í deildini við bert seks stigum. Køge kann í besta føri røkka triðaftasta plássinum, og tað er ikki nóg mikið til at sleppa undan niðurflyting.

 

Julian skoraði tvey mál fyri Køge í dag.  Sunnudagin 10. mars fáa Julian og liðfelagarnir vitjan av Paula Mittún og liðfeløgunum í Team Sydhavsøerne.

 

Peter Krogh, Teis Horn Rasmussen og liðfelagarnir í Aarhus HC fingu bjargað sær eitt stig í málríkum 33-33 javnleiki móti Rækker Mølle á útivølli. Tá færri enn tveir minuttir vóru eftir var Rækker Mølle á odda 33-31, men tað eydnaðist fyrst Simon Skovhus at minka um til støðuna 33-32, og tá 12 sekund vóru eftir av dystinum javnaði Mathias Petersen til endaligu støðuna, 33-33.

 

Aarhus HC er nummar fimm í deildini við 30 stigum. Fýra stig eru upp til triðja plássið, ið gevur rætt til at spæla um uppflyting. Á triðja plássinum eru Rói Berg Hansen, Pauli Jacobsen og liðfelagarnir í HØJ við 34 stigum. Aarhus hevur tó bert tríggjar dystir eftir at spæla, so tað verður torført at røkka triðja plássinum. 

 

Sunnudagin 10. mars verður føroyingauppgerð. Tá koma Leivur Mortensen, Janus og Jónas Djurhuus og liðfelagarnir í FIF á vitjan.

 

Janus, Jónas, Leivur og liðfelagarnir í FIF vunnu í dag føroyingauppgerðina móti Niklasi Højgaard Hanusarsyni og liðfeløgunum í Skovbakken á heimavølli.

 

FIF vann dystin 25-20. Tá fimm og ein hálvur minuttur var eftir at leika var FIF bert á odda 21-20, men seinastu løtuna var heimaliðið omaná. FIF var á odda 13-10 í steðginum.

 

Leivur var næstbesti málskjúttin hjá FIF við fimm málum. Fýra av málunum vóru upp á brotskast. Jónas skoraði tvey mál, og Janus skoraði eitt mál fyri FIF í dag. Niklas skoraði eitt mál fyri Skovbakken.

 

FIF er nummar átta í deildini við 18 stigum, meðan Skovbakken er triðaftast við 10 stigum. Skovbakken hevur trý stig upp til Odense á fjórðaftasta plássinum, men nú hevur Skovbakken bert tríggjar dystir eftir til at røkka fjórðaftasta plássinum, ið hevði givið teimum eitt nýtt kappingarár í næstbestu deildini. 

 

Sunnudagin 10. mars tekur Skovbakken móti Midtjyllandi á heimavølli. Midtjylland er næstfremst í deildini við 35 stigum, so Skovbakken hevur ryggin móti múrinum nú.