Trý føroyingalið vóru í leiki í næstbestu donsku hondbóltsdeildini í dag.
Liðið hjá føroyska landsliðsmálverjanum, Paula Jacobsen og Róa Berg Hansen, HØJ tók á heimavølli móti HC Odense.
HØJ vann dystin 36-34. Odense var á odda 18-16 í steðginum.
Niklas Højgaard Hanusarson og liðfelagarnir í Skovbakken tóku á heimavølli móti Vendsyssel.
Dysturin endaði við javnleiki 31-31. Vendsyssel javnaði til 31-31 tá bert fýra sekund vóru eftir av dystinum.
Í steðginum var Vendsyssel á odda 15-12.
Pauli Høj og liðfelagarnir í Team Sydhavsøerne taptu greitt á heimavølli 22-29 fyri Grindsted. Útiliðið var á odda 13-10 í steðginum.
Pauli skoraði tvey mál.
Støðan:
| Nr | Lið | Dystir | Stig |
| 1 | Grindsted | 4 | 8 |
| 2 | Skive fH | 4 | 7 |
| 3 | HØJ | 4 | 7 |
| 4 | Team Sydhavsøerne | 4 | 5 |
| 5 | Aarhus HC | 4 | 5 |
| 6 | HC Midtjylland | 4 | 4 |
| 7 | Rækker Mølle | 4 | 4 |
| 8 | Skovbakken | 4 | 4 |
| 9 | Odder | 4 | 4 |
| 10 | FIF | 4 | 3 |
| 11 | TM Tønder | 4 | 3 |
| 12 | HC Odense | 4 | 1 |
| 13 | Vendsyssel | 4 | 1 |
| 14 | Køge | 4 | 0 |










