Misjavnur fiskiskapur á landgrunninum

Meðan summir hava smáligan fiskiskap, gera aðrir partrolarar góðar túrar.

Flestu partrolarar eru til fiskiskap og koma inn at landa, sum næsta vika gongur.

 

- Fiskiskapurin hjá partrolarunum er heldur smáligur, men onkur pør hava gjørt góðar túrar.

 

Tað veit Fiskamarknaður Føroya at siga í sínum nýggjastu metingum fyri vikuna sum stundar til.

 

Fríggjadagin lógu allir djúpvatnstrolararnir, og marknaðurin veit at siga, at nakrir fara at loysa, tá veðrið batnar.

 

Allir teir smáu trolbátarnir lógu eisini við bryggju fríggjadagin, og teir fara eisini út aftur, tá veðrið batnar. Væntandi er, at teir fara at leggja seg eftir at fiska havtasku.

 

Í morgin kemur eitt garnaskip inn at landa svartkalva. Tvey onnur garnaskip eru eisini á svartkalvaveiði og frysta veiðina umborð.