Misjavnt við snellu á Norðhavinum

Útróður

Tað gongur misjavnt hjá bátunum, sum royna við snellu eftir várfiski á Norðhavinum.
Á Bátafiski á Eiði siga tey, at tað hevur viðrað illa summar dagar, men tá roynandi er, einir 20 bátar við snellu.
Bátar, sum avreiða á Eiði og eitt nú í Sørvági, hava fingið upp í eini 2000-3000 pund, tá tað hevur vignast best.
Nakrir glastrevjabátar royna eisini við línu og avreiða á Eiði.
Fiskiskapurin hjá eitt nú Gunnvá og Gortrúgvanum hevur eydnast sera væl summar dagar, og tá best hevur ligið fyri, hava teir fingið upp í eini 12.000-13.000 pund á setuna.
Bátarnir seta einar 50-60 stampar hvørja ferð, og soleiðis hava teir onkrar dagar fingið meiri enn 200 pund á línuna.
Tað er rættiliga góður línuútróður.
Á Bátafiski á Eiði siga tey, at so at siga øll veiðan hjá bátunum bæði við línu og snellu er toskur.