Misjavnt hjá partrolarum

Sum heild er fiskiskapurin vánaligur, men onkur pør gera góðar túrar.

Í dag, tá Fiskamarknaður Føroya gjørdi sínar metingar fyri næstu viku, verður enn einaferð sagt, at partrolararnir hava smáligan fiskiskap - men, at einstøk pør kortini hava havt brúkiligan fiskiskap.

 

Umframt at fiska upsa, fáa onkur pør eisini nakað av hvítum fiski, serliga longu og toski, og framvegis eru trý pør á gulllaksaveiði, sum skjótt fer at nærkast endanum fyri hesa vertíðina.

 

Marknaðurin veit eisini at siga, at tríggir djúpvatnstrolarar eru til fiskiskap. Teir fiska mest svartkalva, kongafisk og upsa, og kanska kemur onkur teirra inn at landa seinni í næstu viku.

 

- Tríggir trolbátar eru eisini til fiskiskap. Ein er á landleiðini og kemur inn at landa mánadagin, og tveir eru á Rygginum og koma helst inn at landa síðst í vikuni sum kemur, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.