René Shaki Joensen spældi allan dystin, tá Vendsyssel FF í næstbestu donsku fótbóltsdeildini megnaði at vinna 3-1 yvir Næstved á útivølli. Øll málini komu seinasta hálva tíman av dystinum. Hákun Edmundsson var á beinkinum hjá Vendsyssel FF, men fekk ikki spælitíð.
Heini Vatnsdal og Bárður J. Hansen vóru við frá byrjan, tá Fremad Amager vitjaði FC Roskilde. Dysturin endaði við 1-0 heimasigri til FC Roskilde. Í hálvleikinum var støðan 0-0.
Viljormur Davidsen og liðfelagarnir í Vejle trívast ikki væl á heimavølli, og nú er eitt hálvt ár síðani Vejle vann á heimavølli í Nørreskoven í Vejle. Vejle 0-2 ímóti HB Køge. Bæði málini hjá HB Køge komu seinasta hálva tíman av dystinum.
Komandi sunnudag vitjar Vejle í Fredericia. Fremad Amager tekur ímóti Hobro hendan dagin, og sunnudagin hevur Vendsyssel FF heimadyst ímóti FC Roskilde.
Støðan í næstbestu donsku fótbóltsdeildini :
| 1 | Nykøbing FC | 7 | 5 | 0 | 2 | 12 - 8 | 15 | |
| 2 | FC Helsingør | 7 | 4 | 2 | 13 - 5 | 14 | ||
| 3 | Hobro | 8 | 4 | 2 | 15 - 9 | 14 | ||
| 4 | HB Køge | 8 | 3 | 4 | 11 - 6 | 13 | ||
| 5 | Næstved | 8 | 3 | 2 | 13 - 13 | 11 | ||
| 6 | FC Roskilde | 8 | 3 | 2 | 7 - 8 | 11 | ||
| 7 | Vejle | 7 | 2 | 4 | 9 - 6 | 10 | ||
| 8 | Skive | 7 | 3 | 1 | 8 - 15 | 10 | ||
| 9 | Fredericia | 8 | 2 | 2 | 6 - 12 | 8 | ||
| 10 | Fremad Amager | 7 | 1 | 4 | 8 - 6 | 7 | ||
| 11 | Vendsyssel FF | 7 | 2 | 1 | 9 - 13 | 7 | ||
| 12 | AB Gladsaxe | 8 | 0 | 2 | 7 - 17 | 2 |










