Misjavnar væntanir til Gunnar Hoydal

Hóast føroysku vónirnar eru góðar, er lítið sum bendir á, at tað verður Gunnar Hoydal, sum vinnur Norðurlanda Bókmentavirðislønina í morgin

Skaldsøgan Í havsins hjarta eftir Gunnar Hoydal er í harðari kapping, nú Norðurlanda Bókmentavirðislønin 2010 skal latast í morgin. Heili níggju skaldsøgur eru í uppskoti í ár, og tvær av teimum eru longu at meta sum stórfavorittar at vinna virðislønina. Onnur teirra, Min Kamp eftir norska Karl Ove Knausgård er vorðin ein tann størsti norðurlendski metseljarin í nýggjari tíð, meðan skaldsøgan Puhdistus eftir finsku Sofi Oksanen fullkomiliga hevur tikið ummælarar á bóli.

Fá ummæli
Her heima hava bókafólk tó góðar vónir um skaldsøguna hjá Gunnari Hoydal. Bæði Jógvan Isaksen, bókmentafrøðingur, og Heðin M. Klein, rithøvundi, meta, at bókin hevur tað, sum skaldsliga skal til fyri at kunna vinna virðislønina. At skaldsøgan í stóran mun tekur støði í rættiliga serføroyskum viðurskiftum átti heldur ikki at verið ein forðing, metir eitt nú Turið Sigurðardóttir, professari í bókmentum.
- Í havsins hjarta hevur eina poesi og eina dýpd, sum røkkur langt út um tað føroyska, bæði í mátanum, bókin ítøkiliga tekur umheimin við í søguna og eisini í alment menniskjaliga tematikkinum, sigur Turið Sigurðardóttir og leggur afturat, at hetta er ein skaldsøga, sum krevur nakað av lesararnum.
Men hóast bókin hevur ein kjans at vinna sæð í mun til skaldsliga góðsku, er spurningurin, um umheimurin er klárur at taka ímóti Í havsins hjarta heldur Turið Sigurðardóttir.
- Føroyskar bøkur hava oftast ein hægri garð at skula upp um, tí kunnleikin til føroyskar bókmentir er sum heild lítil. Tí er tað alneyðugt, at bøkurnar fáa fakliga kompetent ummæli í útlendskum miðlum, sum skapa uppmerksemi kring tær. Tað nyttar lítið, at bókin er góð, um ongin veit av henni, sigur hon.
Í útlendskum miðlum hava heldur ikki nógv ummæli verið at sæð av Í havsins hjarta higartil. Herfyri hevði danska dagblaðið Politiken tó eitt norðurlendskt tema, har øll uppskotini til ársins Norðurlanda Bókmentavirðisløn vórðu ummæld. Og har fekk Í havsins hjarta ikki bestu skoðsmál frá kenda ummælaranum Thomas Bredsdorff. Tríggjar stjørnur bleiv tað til fyri »denne lange, meget lange saga om en løsrivelse, der ikke rigtig river«.
Tað, sum serliga ger skaldsøguna langliga, er sambært ummælaranum, at ongin av menniskjunum í henni veruliga koma í fokus. Myndamálsliga tyngja ævintýrkendu umskrivingarnar av støðum og londum eisini skaldsøguna óneyðuga nógv heldur Thomas Bredsdorff og vísir millum annað til, at Føroyar og Danmark áhaldandi verða nevnd sum ávikavist »landið, sum vildi vera eitt land« og »landið, sum helt at tað átti landið«.

Eyðkenni fyri vinnara
Heldur ikki Klaus Rothstein, ummælari á Weekendavísini, gevur Í havsins hjarta nógvar kjansir. Í sendingini »Skønlitteratur« á P1 herfyri metti hann skaldsøguna hjá Gunnari Hoydal vera millum tær, sum hava minst møgleika at vinna, hóast hann viðgekk, at hann ikki hevði lisið bókina.
- Rákið bendir ikki rættiliga tann vegin, var grundgevingin hjá Rothstein, hóast hetta páhaldið kann tykast nakað løgið, sæð í mun til tey eyðkenni, sum eitt nú norski granskarin Odd Gaare í somu sending nevndi sum rættiliga typisk fyri ein vinnara av Norðurlanda Bókmentavirðislønini.
Sambært Gaare er tað nevniliga ofta realistiskar skaldsøgur, har tað persónliga og lokala verður hevjað til eitt tjóðarligt og norðurlendskt úttrykk, sum søguliga hava vunnið virðislønina. Hann leggur afturat, at í endamálsorðingini fyri Norðurlanda Bókmentavirðislønina eru ongi krøv um, at verkið skal umboða nakað serstakt »norðurlendskt«, annað enn at tað skal vera skrivað á einum av norðurlendsku málunum.
Sjálvur hevur hann granskað í, hvørji eyðkenni hava gjørt seg galdandi fyri vinnararnar, síðani Norðurlanda Bókmentavirðislønin var latin á fyrsta sinni, og her tykist eitt ávís mynstur at vera at hóma. Ofta eru hetta bøkur, sum so ella so lýsa ein samfelagsbygna, bæði økonomisk, sosialt og seta orð á, hvussu moralska idégrundarlagið í umhvørvinum gevur seg til kennar. Hartil snara søgurnar ofta kring ímyndir um tjóðskaparligar hetjur, hendingar, náttúruna, fólkið og siðvenju.

Besta boðið
Í so máta tykist persónliga og samfelagsliga tjóðskaparsøgan Í havsins hjarta at vera eitt upplagt boð uppá ein vinnara, men heldur ikki Odd Gaare hevur Gunnar Hoydal sum favoritt.
- Bæði skaldsliga og sæð í mun til, hvussu virðislønin søguliga hevur verið latin, er finska Sofi Oksanen eitt suverent fyrsta val fyri meg, sigur Odd Gaare.
Og hann er ikki tann einasti, sum metir skaldsøguna Puhdistus hjá 33 ára gomlu Sofi Oksanen at hava serliga góðar møguleikar í ár. Í øllum førum hava ummælini av bókini verið óvanliga góð, eins og hendan skaldsøgan um eina estiska familju, sum fer í tvíningar og eina unga gentu, ið verður offur fyri menniskjahandli, longu hevur fingið fleiri virðislønir í heimlandinum.



Norðurlanda Bókmentavirðislønin 2010
Vinnarin verður avdúkaður á middegi í morgin á samkomu í Helsingfors. Umframt heiðurin fylgja 350.000 krónur við virðislønini.
Ì uppskoti eru:

Danmark
Peter Laugesen, Fotorama, Yrkingasavn,
Ida Jessen, Børnene, Skaldsøga,
Finland
Sofi Oksanen, Puhdistus (Renselse), Skadsøga
Monika Fagerholm, Glitterscenen, Skaldsøga,
Ísland
Einar Kárason, Ofsi, skaldsøga Steinar Bragi, Konur, Skaldsøga

Norra
Karl Ove Knausgård, Min kamp 1, Skaldsøga
Tomas Espedal, Imot kunsten, Skaldsøga
Svøríki
Steve Sem-Sandberg, De fattiga i Lódz, Skaldsøga

Ann Jäderlund, Vad hjälper det en människa om hon häller rent vatten över sig i alla sina dagar, Yrkingasavn

Føroyar
Gunnar Hoydal, Í havsins hjarta, Skaldsøga