Um tvær vikur ella so taka fyrstu lærararnir prógv eftir nýggju læraraútbúgvingini á Føroya Læraraskúla. Gongst øllum væl taka væntandi 31 bachelor-prógv í summar.
Skúlablaðið hevur verið í sambandi við 27 teirra fyri at vita, hvørt tey ætla sær beint út í fólkaskúlan at arbeiða ella um tey hava aðrar ætlanir.
Nógv teir flestu søkja starv í fólkaskúlanum beinanvegin; hesi eru 23 í tali. Onkur teirra, sum søkir starv, søkir eisini upptøku á hægri lærustovni, skuldi tað verið soleiðis, at einki starv er.
Tað er misjavnt, hvussu vónirnar eru at fáa starv; meiri enn helmingurin av teimum spurdu halda, at útlitini at fáa starv eru ikki góð. Hin helmingurin heldur, at vónirnar eru góðar ella hampiligar. Summi teirra, sum halda, at vónirnar eru góðar, vita, at størv eru leys at søkja í ávísum skúlum.