Um góðar tvær vikur skulu Føroyar spæla móti skotum, men grannar okkara úr Danmark syrgdu í øllum førum fyri, at útgangsstøðið hjá skotum ikki er nakað serligt undan dystinum.
Higartil hevur venjaraskeiðið hjá Berti Vogts ikki roynst serliga væl, og móti dønum gekk lítið betri, enn tað hevur gjørt higartil. Tað var bert málið hjá Ebbe Sand, sum var á muni, tá dysturin var lokin, men tað stóð tó øllum greitt, at danir so ruddiliga vóru við yvirlutan, og í Skotlandi eru fleiri longu farin at ivast, um tað var ein røtt avgerð at seta Vogts sum venjara, so einki er at ivast í, at trýstið á venjaranum er stórt, tá farið verður til Føroya.
Bert Ísland vann
Heldur ikki hjá Týsklandi gekst nakað serligt mikukvøldið. Á útivølli máttu teir taka til takkar við javnleiki móti Bulgaria, og fyri eitt lið, sum júst er kosið sum hitt næstbesta í heiminum, man hetta neyvan vera nøktandi. Serstakliga ikki, tá týskarar framhaldandi halda seg hava nakað at hevna, eftir at Stoichkov, Letchkov og hinir sendu Týskland úr HM fyri átta árum síðani.
Litava, sum eisini er í okkara bólki, hevði vitjan av Ísrael, og tó at heimaliðið hevði leiðsluna í steðginum, so endaði tað við tryggum útisigri, og hetta man neyvan vera besta upptaktin, nú liðið skal royna seg á heimavølli móti Týsklandi.
Sostatt vóru tað bert Føroyar og Ísland, sum vunnu upphitingardystirnar í okkara bólki. Ísland hevði vitjan av Andorra, og her var eingin ivi. Longu eftir fyrra hálvleik hevði Ísland vunnið sær tryggja leiðslu, og so var bert at halda fast um hesa. Vandamikli Eidur Gudjohnsen legði íslendingar á odda, áðrenn royndi Rikardur Dadason við tveimum málum kundi staðfesta sigurin.
Vinardystir, leiktir mikukvøldið
Skotland-Danmark 0-1 (0-1)
0-1: Ebbe Sand, 9
Bulgaria-Týskland 2-2 (1-1)
1-0: Dimitar Berbatov, 20
1-1: Michael Ballack (br.), 23
2-1: Krassimir Balakov (br.), 49
2-2: Arne Friedrich, 56
Litava-Ísrael 2-4 (2-1)
1-0: Arturas Fomenka, 10
1-1: Afek Omri 20
2-1: Roberto Poskus, 32
2-2: Zandberg, 48
2-3: Afek Omri, 64
2-4: Idan Tal, 72
Ísland-Andorra 3-0 (3-0:
1-0: Eidur Gudjohnsen, 24
2-0: Rikardur Dadason, 31
3-0: Rikardur Dadason, 42
Russland-Svøríki 1-1 (0-0)
1-0: Alexander Kerzhakov, 56
1-1: Zlatan Ibrahimovic, 93
Aserbadjan-Usbekistan 2-0 (1-0)
1-0: Samir Aliyev, 40
2-0: Emin Guliev, 80
Ukraina-Iran 0-1 (0-0)
1-0: Ali Daei, 57
Letland-Hvítarussland 2-4 (2-2)
0-1: Vitali Kutozov, 16
1-1: Maris Verpakovski, 18
2-1: Yuris Layzans, 25
2-2: Alexander Kulchiv, 26
2-3: Miroslav Roaschenko, 64
2-4: Miroslav Roaschenko, 83
Estlan-Moldova 1-0 (0-0)
1-0: Teet Allas, 54
Finnland-Írland 0-3 (0-1)
0-1: Robbie Keane, 11
0-2: David Healy, 74
0-3: Graham Barret, 82
Noreg-Holland 0-1 (0-0)
0-1: Edgar Davids, 69
Turkaland-Georgia 3-0 (1-0)
1-0: Arif Erdem, 7
2-0: Cihan Haspolatli, 51
3-0: Nihat Kahveci, 71
Rumenia-Grikkaland 0-1 (0-1)
0-1: Styliano Giannakopoulos, 16
Kroatia-Wales 1-1 (0-1)
0-1: Simon Davies, 9
1-1: Mladen Petric, 78
Makedonia-Malta 5-0 (2-0)
1-0: Aco Stojkov, 37
2-0: Artim Sakiri, 40
3-0: Georgi Hristov, 54
4-0: Artim Sakiri, 60
5-0: Goran Pandev, 86
Luksemburg-Marokko 0-2 (0-0)
0-1: Mohammed Jabrane, 71
0-2: Nouredine Kacimi, 85
Póland-Belgia 1-1 (1-1)
1-0: Macieg Zurawski, 4
1-1: Wesley Sonck, 40
Kekkia-Slovakia 4-1 (1-1)
0-1: Szilard Nemeth, 15
1-1: Jan Koller, 32
2-1: Jan Koller, 64
3-1: Tomas Rosicky, 70
4-1: Tomas Rosicky, 74
Bosnia Hersegovina-Jugoslavia 0-2 (0-2)
0-1: Mladen Krstajic, 34
0-2: Darko Kovacevic, 42
Ungarn-Spania 1-1 (0-0)
0-1: Raul Tamudo, 53
1-1: Vasile Miriuta, 71
Sveis-Eysturríki 3-2 (2-1)
0-1: Roman Wallner
1-1: Hakan Yakin, 20
2-1: Alexander Frei, 42
3-1: Murat Yakin (br.), 75
3-2: Roman Wallner, 80
Italia-Slovenia 0-1 (0-1)
0-1: Sebastian Cimirotic, 31
Tunis-Frakland 1-1 (1-1)
0-1: Michaeil Silvestre, 19
1-1: Ali Zitouni, 38
Norður Írland-Cypros 0-0
Brasilia-Paraguay 0-1 (0-1)
0-1: Nelson Cuevas, 26