Misjøvn úrtøka hjá føroyingaliðunum

Vejle bjargaði sær eitt stig ímóti dystarenda. Vendsyssel FF vann stórt og Fremad Amager tapti greitt

30. umfar í næstbestu donsku fótbóltsdeildini var avgreitt í kvøld.

 

Viljormur Davidsen var við á liðnum hjá Vejle frá dystarbyrjan, tá tað eydnaðist Vejle at fáa javnleik 1-1 ímóti oddaliðnum, Hobro á útivølli. Heilt ímóti dystarenda var Hobro á odda 1-0 við einum máli, sum var skorað longu tá 33 minuttir vóru farnir av dystinum. Men stutt undan leikloki tryggjaði Dominic Vinecius Vejle eitt stig, tá hann javnaði til 1-1. Sambært Vejle Folkeblad hevði Vejle nóg mikið av málmøguleikum til at vinna dystin.

 

Fremad Amager fekk ein lúsing á heimavølli ímóti Næstved. Uppá bara 10 minuttir í fyrra hálvleiki skoraði Næstved trý mál. Málini vóru skoraði millum 23. og 33. minutt. Finnur Justinussen var settur á vøllin frá byrjanini av seinna hálvleiki, men hann og liðfelagarnir megnaðu ikki at koma aftur, og Næstved vann 3-0 og fekk trý kærkomin stig í stríðnum at sleppa undan niðurflyting.

 

René Shaki Joensen sat á beinkinum allan dystin, og fekk tíverri ikki nakra spælitíð, tá Vendsyssel FF á heimavølli í Hjørring vann stórsigur 4-0 á liðnum hjá Jákupi Thomsen, Skive IK.

 

Komandi sunnudag vitjar Vejle í Skive. Vendsyssel FF spælir á útivølli ímóti Helsingør, og Fremad Amager spælir á útivølli ímóti FC Roskilde.

 

Støðan: 

 

1

Hobro

30

16

6

8

52

32

20

54

2

Vendsyssel FF

30

14

7

9

47

36

11

49

3

Skive

30

15

3

12

38

46

-8

48

4

FC Helsingør

30

12

11

7

41

30

11

47

5

FC Roskilde

30

13

7

10

42

41

1

46

6

HB Køge

30

9

14

7

27

24

3

41

7

Nykøbing FC

30

11

6

13

43

47

-4

39

8

Vejle 

30

9

11

10

47

42

5

38

9

Fremad Amager

30

9

10

11

41

43

-2

37

10

Fredericia

30

9

10

11

30

39

-9

37

11

Næstved

30

9

7

14

45

47

-2

34

12

AB

30

6

4

20

31

57

-26

22