Samanborið við undanfarin ár, vóru óvanliga fá listaverk sloppin við á árligu Ólavsøkuframsýningina. Tá avtornaði komu 55 verk upp at hanga, og heildarmyndin var tí ein opin og løtt framsýning, har áskoðarin hevði møguleika at savna seg um tað einstaka verkið.
Gamalt og nýtt
Av okkara kendu málarum er Heðin Kambsdal ein av teimum, sum megnar at endurnýggja seg sjálvan næstan hvørja ferð. Hesuferð var tað serliga avlanga vertikala myndin Gjógv, sum breyt frá í einum spennandi samspæli millum skap og innihald. Eisini myndirnar hjá Arnoldi Vegghamar kendust sum eitt frískt lot millum gomlu málarnar við sínum litfagra sermerkta stíli, sum framvegis tykist líka nýskapandi.
Kári Svensson hevði fimm málningar við hesuferð, allir við sama heiti Hugbirting, men við sera ymiskum útrykki bæði í litum og stødd. Møguliga boða hansara blá- og turkislittu myndir frá onkrum nýggjum hjá málaranum. Settar saman við einum sera lidnum málingi við teimum fyri Kára meir eyðkendu jørðlitunum, høvdu bláligu myndirnar eitt brá av at vera eitt slag av forvitisligum kladdum.
Men burtursæð frá glottum, sum hesum, hevði tú sum heild eina kenslu av at hava sæð tað mesta fyrr á hesum partinum av framsýningini.
Spæl ið siðvenju
Tað, ein saknaði av nýskapan hjá teimum kendu málararnum, fann áskoðarin harafturímóti hjá teimum yngru ella ikki so kendu. Av teimum 20 listafólkunum, sum vóru við í ár, vóru umleið helvtin við fyri fyrstu ferð.
Tormóður Djurhuus hevði tveir málingar við, har siðbundna myndevnið Lomvigaberg fekk ikki sørt av nýggjum lívi. At lata hvíta máling renna niðureftir løriftinum sum fuglaskvett er roynt fyrr, men á myndunum hjá Tormóði fara skvettini út um bjørgini sum fyri at viðmerkja, at hetta er ikki eitt fuglaberg, men eitt lørift. Nakað tað sama kanst tú siga um myndarøðina Í Álvalandi, hjá Jóhan Martin Christiansen, har horisontala himmal/hav uppbýtingin verður brotin av nøkrum litføgrum neyvt teknaðum rundum plettum í einum originalum spæli við siðvenjuna.
Ikki færri enn tvær installatiónir og tríggir skulpturar vóru við á framsýningini. Listarliga góðskan var misjøvn, men smáu bronsumyndirnar hjá Eiriki Poulsen skaraðu framúr í handverksligari dygd.
Hóast fleiri av verkunum á Ólavsøkuframsýningini avgjørt høvdu sínar dygdir, var framsýningin sum heild sera misjøvn. Ov nógv av tí kenda tóktist vera við av gomlum vana, meðan ein hevði varhuga av, at tað var nýggjheitin, heldur enn dygdin, sum hevði tryggjað onkrum av teimum yngru eitt pláss á veggunum í Listaskálanum ólavsøkudagarnar.










