Miseydnað undanval í Iowa

Øll bíða framvegis eftir úrslitunum frá demokratiska undanvalinum í Iowa

Fyrsta umfar í demokratiska undanvalinum til forsetavalið í USA var í Iowa í nátt, men sigast kann ikki annað, enn at talan hevur verið um eitt mislukkað undanval.

Hóast bæði veljarar og valevni sita spent og bíða eftir úrslitinum, so er framvegis einki úrslit klárt, og demokratiski flokkurin í Iowa hevur boðað frá, at valúrslitini verða nokk ikki til reiðar fyrr enn seinni í dag.

Fleiri valevni hava nýtt tøgnina til at boða frá egnum valsigri. Bernie Sanders, senatorur úr Vermont og ein av favorittunum til at vinna demokratiska undanvalið, vísti til innahýsis data hjá sínum egna toymi og segði, at hann átti munin á Pete Buttigieg, meðan Pete Buttigieg sjálvur hevur gjørt greitt, at alt bendir á, at hann fekk sjálvur fleiri atkvøður.

Mandy McClure, talskvinna fyri demokratiska flokkin í Iowa, hevur greitt miðlunum frá, at talan var um eitthvørt óreglusemi í atkvøðunum, men at hetta hevði ikki nógv upp á seg, og at talan í grundini var um trupulleikar við at senda atkvøðutøl víðari til røttu myndugleikar.

Frágreiðingin hjá Mandy McClure samsvarar kortini ikki við tað, ið starvsfólk hjá demokratiska flokkinum á teimum ymsu valstøðunum greiða frá. Nógvastaðni verður boðað frá, at talan hevur verið um ein teknologiskan trupulleika við einari appu, ið skuldi brúkast til atkvøðugreiðsluna.

Sum skilst hevur demokratiski flokkurin fingið eina appu, ið skuldi brúkast til at senda atkvøðutølini víðari til røttu floksmyndugleikarnar. Fleiri staðni verður boðað frá, at appan virkaði ikki, og tað hevði tað úrslit, at floksstarvsfólk royndu at røkka floksmyndugleikunum umvegis telefon ístaðin við tí úrsliti, at proppur kom í telefonlinjurnar.

At undanvalið er so illa avgreitt, kemur illa við hjá demokratiska flokkinum, sum í 2016 var offur fyri russiskari hakking í einari roynd at blanda seg upp í amerikanska valstríðið. 

Kortini eru ongar ábendingar í løtuni um, at talan er um nakað annað enn eitt óhapp.