Herfyri royndi ein maður at smuggla 12 kartengur av sigarettum til Føroya.
Men tað varð honum ein dýr søga.
Hann varð tikin og í gjár fall so hamarin í Føroya Rætti.
Revsingin fyri smuggling er í føstum rammum. Fyri tað fyrsta skal allur vanligur tollur rindast, men harafturat skal tvær ferðir tann upphæddin betalast í bót.
Í hesum føri varð maðurin dømdur at betala 4.080 krónur í tolli fyri at hava smugglað 12 kartengur av sigarettum.
Men harafturat varð hann dømdur at betala tvær ferðir 4.080 krónur í bót, ella tilsamans 8.160 krónur í bót.
Sostatt kostaði tað honum tilsamans 12.240 krónur at royna at smuggla hesar 12 kartengurnar av sigarettum.
Men somuleiðis legði løgreglan hald á 1000 krónur, sum hann hevði selt níggju kartengur fyri. Og harafturat legði løgreglan hald á hinar tríggjar kartengurnar.